- Tað var ein fínur fundur, haldi eg. Sjálvandi høvdu kommunustýrislimirnir nógvar spurningar, og eg haldi, at tey fingu eitt nøkurlunda nøktandi svar upp á teir spurningarnar, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan sigur, at fyri hana er tað mest týdningarmikla, at limirnir í Føroya Kommunufelag fáa høvi at siga sína hugsan nú.
- Tað er av týdningi, tí so fáa tey eisini møguleikan at ávirka málið, og fáa ført fram síni ynskir, og eg vóni veruliga, at hetta fer at røkka á mál, sigur Annika Olsen.
Tað er ein fylgibólkur, sum hevur arbeitt við sjálvari tilgongdni til kommunusamanleggingina, og tað var hetta, ið var evnið á fundinum.
- Tað var ikki so nógv eldraøkið og skúlaøkið, sum var frammi, og tí vóru heldur ikki landsstýriskvinnurnar í almannamálum og mentamálum við á fundinum. Men sjálvandi vóru borgarstjórarnir áhugaðir í at fáa meira at vita um innihaldið í ætlanunum um at leggja eldraøkið út á kommunurnar 1. januar 2013, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan sigur, at hetta við eldraøkinum fara tey at venda aftur til.
- Hetta fyrsta stigið í samskiftinum við kommunufeløgini er um, hvussu vit fáa skipa kommunurnar í størri eindir og ta fólksligu tilgongdina til samanleggingarnar, sigur Annika Olsen.
Eingin ivi vera
Tað er eingin loyna, at tað finnast kommunur, sum hvørki so ella so vilja leggja saman, men tað kemur ikki óvart á landsstýriskvinnuna.
- Eg hugsi, at tað er líka stór ósemja millum kommunustýrislimir sum tað er millum tingfólk, tá tað snýr seg um at leggja kommunur saman sjálvboðið ella við lóg, sigur Annika Olsen.
Hon vónar kortini, at tað fer at bera til at finna semju, so tey í felag kunnu lyfta hesa uppgávuna.
- Tí tað, sum eisini er umráðandi í hesum málinum er, at kommunustýrini eisini síggja ein fyrimun í hesum og vilja arbeiða fram í móti teimum loysnum, sum vit í Løgtinginum samtykkja. Tí er tað av týdningi, at vit finna fram til eina semju á kommunala økinum, sigur Annika Olsen.
Hon væntar tó, at tað verður trupult.
- Tað eru so ótrúliga nógvar meiningar um, hvussu hetta skal skipast, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tað var trupult at lodda dýpið eftir at fundurin var lokin.
- Tað er ilt at siga. Sjálvandi eru borgarstjórarnir í iva, men tað skulu teir helst ikki vera, tá vit koma fram til eina niðurstøðu. Tá broytingar skulu henda á kommunala økinum er tað av stórum týdningi, at kommunustýrislimir vita heilt nágreiniliga, hvat endamálið er við tí, sum verður sett í verk, sigur Annika Olsen.
Hon heldur lítið endamál vera við at leggja kommunur saman við lóg uttan at annað hendir.
- Soleiðis, sum kommunurnar eisini hava ført fram á fundinum, er tað umráðandi, at tær fáa økir at fyrisita, har kommunurnar veruliga fáa innihald, og tað er av stórum týdningi, eisini at taka hædd fyri tí, sigur Annika Olsen.










