Greinin tekur støði í valskráum flokkana, og ikki hvat valevni annars føra fram aðrastaðni. Men umrødda mál verður sett í ein samfelgsligan samtekst.
Tinghella ? val 04
Bogi Eliasen
Í valstríðnum hevur nógv verið tosað um eldraøki og hvat eldraøkið krevur, um vit skula verða eitt nýmótans vælferðarsamfelag, sum kan samanberast við grannalond okkara. Trupulleikarnar við eldraøkinum síggjast partvíst aftur á barnaansingarøkinum, sum tí eisini er tikið við í hesa greinina.
Men hvat er eitt nýmótans vælferðarsamfelag á eldraøkinum og skal eitt føroyskt vælferðarsamfelag á eldraøkinum verða sum í okkara størru grannalondum, ella skulu vit arbeiða eftir at gera ein serføroyskan leist?
Føroyska samfelagið er nógv broytt seinastu 30-40 árini, m.a. soleiðis at nú fara ofta bæði maður og kona av húsi at arbeiða. Tað er heldur ikki so vanligt longur, at fleiri ættarlið búgva saman og taka sær av hvørjum øðrum. Tað ber til at siga, at samfelagi krevur meira, eins og at tað hevur tikið nakrar av uppgávunum, sum familjur og nærumhvørvið høvdu fyrr. Her er tað serliga barnaansing og uppaling og at taka sær av teimum gomlu, sum ikki kunnu klára seg sjálvi. Tað er givið, at henda uppgávan er ógjørlig hjá einum húski, har bæði maður og kona arbeiða fulla tíð.
Í mun til okkara grannalond eru vit eftirbátar á hesum øki, tí vit hava ikki útbygt vælferðarsamfelagið, soleiðis at øll børn kunna ansast og øll gomul í hava tørv á tí, kunnu koma á ellis/røktar heim, til umlætting ella fáa nøktandi heimahjálp, sjálvt um økið er ment munandi seinastu árini.
Skula vit breggja okkum av at verða eitt av hesum nýmótans vælferðarsamfeløgum, skulu vit hava virðilig viðurskifti fyri bæði børn og gomul.
Hvat hava flokkarnir í teirra valskráum um eldraøkið og barnaansing.
A Fólkaflokkurin
Leggja almennar tænastur so nær borgaranum sum gjørligt og kommunalar íløgur til t.d. eldrarøkt og barnaansing undir ávísum treytum uttanfyri almenna íløgukarmin.
B Sambandsflokkurin
Eitt ára barsil.
C Javnaðarflokkurin
Fleiri røktarheimspláss og døgnrøktarskipan um alt landið. Eftirløn byggjast tær tríggjar súlurnar, fólkapensón, samhaldsfasta og fakfelagspensión. Samskipan av heimarøkt, sambýlum og røktarheimum í eina heildarloysn.
D Sjálvstýrisflokkurin
Eftirløn til øll
Øll eiga møguleikan at fáa børn ansaði, ansingin skal verða stimbrandi og mennandi.
E Tjóðveldisflokkurin
Nøkta allan tørvin á ellis og røktarheimsplássum í samstarvi við kommunurnar, skipa nýggja samhaldsfasta pensiónsskipan.
M Miðflokkurin
Fólkapensión, samhaldsfasti og privatar pensiónskipanir. Og meira breitt, øll í tørva, fáa eina virðiliga hjálp ? og eftir meginreglum Bíbliunnar (Esajas 58 ø. 7).
Ansingarstuðul fylgja barninum. Barnsburðarfarloyvi í eitt ár við fullari løn
K Hin Stuttligi flokkurin
Hevur onga almenna valskrá
Í dagsins vesturlenska samfelag, ber tað við sær, at vit í stóran mun mugu fáa hjálp frá samfelagnum, soleiðis at tey gomlu hava tað virðiligt. Vit megnað ikki sum familja, at taka okkum av øllum og brot er komið í, ímillum ættarliðini, soleiðis at tey ymsu ættarliðini ikki neyðturvuliga eru ein familja, sum hava ábyrgdina at ansa eftir hvørjum øðrum.
Sum sagt tykjast allir flokkarnir at verða á einum máli um, at serliga eldraøki skal betrast. Bæði við fleir røktarheimsplássum (ellisheim, umlatingarheim o.s.fr.) og eisini við heimahjálp. Serliga heimahjálpin kann bæði avlasta sjúkrahúsini og gera, at tey, sum ikki hava tørv á nógvari hjálp, kunna verða búgvandi heima. Í boðskapinum frá valevnunum á fundum og í fjølmiðlum hevur evni verið nógv frammi, men uttan at nakað ítøkiligt boð er komið fram, um hvussu økið skal skipast. Tó hevur tað verið eitt ávíst kjak um, hvørt tað er rætt at leggja uppgávuna til kommunurnar ella at landið skal hava tað.
Í valskráunum siga flokkarnir ikki nógv um økið, meira enn tað vit flest øll kunnu semjast um, nevnliga at økið skal útbýggjast og ansingartørvurin nøktast.
Um allir flokkar eru so rørandi samdir um hetta, mugu vit sum borgarar eftir valið, kunna krevja at tað á hesum økinum verða gjørdar langtíðarsemjur millum helst allar flokkarnar, men í hvussu so er við luttøku av einum stórum meiriluta av teimum, so trupulleikarnir á eldraøkinum verða loystir.
Flokkarnir eru tó ikki samdir um, hvørt hetta skal verða ein uppgávu kommunurnar kunna hava, ella at tað skal verða landið sum hevur tað.
Land ella kommuna ?
Fyrimunurin við at landið umsitur eldraøki er, at so tryggjast, at tað verða eins tilboð kring landið, umframt tað, at so er eitt stað, sum skal fíggja øki. Her kann ein trupulleiki við, at kommunurnar fáa øki, verða at tær ikki hava fíggjarligu orkuna, og at tað kemur at verða munur á hvat tær ymsu kommunurnar kunna bjóða sínum íbúgvum.
Fyrimunir við at kommurnar umsita, er at kommunurnar eru nærri borgaranum og hava trupulleikan við sínum íbúgvum, um hesi viðurskifti ikki eru í lagi. Soleiðis hava kommunurnar meira incitament enn landið, og kann tað verða við til at fáa skjótari gongd á, at loysa trupuleikan.
Hetta krevur kommunusamanlegging og/ella samstarv.
Tað eru soleiðis argument fyri bæði at lata kommunurnar umsita øki, og at lata landið hava tað.
Sjálvt um allir flokkarnir ynskja betri kor fyri eldri, er hetta eitt øki sum kostar. Tí hevði tað verið ynskiligt við eina raðfesting av økinum, soleiðis at ein heildarætlan kom fyri alt økið. Bæði hvussu øki skal skipast og hvar byrja verður.
T.d. er stórur munur á hvønn tørv tey eldru hava. Ein partur orkar ikki kropsliga at klára dagliga húsarhaldið, og kann hjálpast við reingerð/heimahjálp. Ein partur av teim eldru er avlamin, teim tørvar stovnspláss, men tey eru mentalt væl fyri, hesi kallast røktarsjúlingar. Onnur eru kroppsliga væl fyri, men kanska blivin dement og kunnu tí ikki búgva sjálvi. Tað er umráðandi at geva sær far um at hesi ikki hava sama tørv, og soleiðis um eg havi skilt fakkunleikan, skulu hesi helst ikki blandast ov nógv. Endamálið er jú ikki at parkerað hesi fólk í ein pre-kirkjugarð, men at tey skula hava eitt so gott lív sum møguligt, og eisini fáa tað betri, um tað letur seg gera. Soleiðis skulu vit m.a. hugsað um vit skulu hava stórar stovnar fyri tey eldru, sum so hava fleiri deildir, ella vit skula hava minni stovnar meira, ið vit so kunnu spjaða meira kring landið. Tað er givið, at jú størri eindirnar verða, tess minni kunna tær spjaðast. Men størri eindir við deildum, hava tann fyrimunin, at tær kunna hava felags køk, uppsýnarmenn, o.s.fr. Hinvegin eru smærri stovnar róligari og kanska meira heimligir.
Nýmótans vælferðarsamfelagið krevur í ávísan mun, at bæði kona og maður arbeiða, og tí er tað neyðugt, at samfelagið hevur tilboð til bæði barnaansing, men eisini at taka sær av teimum eldru, tá tey ikki klára seg sjálvan longur. Tað tykist sum um barnaansingin eisini hevur fingið ans og eru ansingartrupulleikarnir ikki so umfatandi, sum teir hava verið. Eftir míni meting, tørvar okkum tó eitt kjak um hvat vit vilja við barnaansingini, skal tað bara verða ansing uttan mál. Ella skulu vit eisini seta okkum fyri at børnini læra, sum tey gjørdu í familjuni við at verða við í gerandisdegnum, áðrenn barnagarðurin gjørdist gerandisdagur. Ein annar trupulleiki er, at børnini eru meginpartin av degnum uttanfyri heimi og uttan foreldrini. Samstundis hoyrist javnan, frá skúlum og barnagørðum at børnini ikki verða uppald í nóg stóran mun heimanifrá. Skal barnaansingin so hava til uppgávu partvíst at uppala børnini, í samstarvi við foreldrunum? Ella er tað nóg gott at vit parkerað børnini heilan dag á stovnum, uttan at ein heildarætlan skal verða við teimum? Viðmerkjast skal tó, at vit hava nógv gott fólk, sum arbeiðir við barnaansing og tey duga væl við børnunum. Spurningurin er, um vit ikki meira tilætlað kunna geva børnunum meira í ansingini, so tann lærdómur børn fyrr fingu í familjuni og nærumhvørvinum, verður kompenseraður. Børn eru eisini persónar. Um barnagarðurin ikki hevur eitt mál við børnunum og børnini ikki læra tað sama í familjuni sum fyrr, er tað eitt bakkast fyri børnini og ikki nakað vælferðarframstig.
Bæði á barna- og eldraøkinum er neyðugt at hugsa um dygd og ikki bara um nøgd. Sjálvandi er tað trupult at krevja dygd, tá fólk ikki sleppa at arbeiða, tí eingin ansing er til børnini ella foreldrini. Men tað má bera til at gera ein leist, har góðskan verður tikin við. Tí er givið, at hugsa vit bara um nøgd, verður ringt at fara at krevja góðsku, tá tað málið er komið undir land.
Á eldraøkinum, skulu vit eisini hugsað okkum um, og ikki bert taka heilar skipanir aðrastaðni frá. Vit kunnu ikki krevja, at hvør bygd skal hava allar møguleikar, men tilboðini mugu eftir førimuni liggja soleiðis, at tey eldru, sum skulu á stovn, ikki verða flutt alt ov langt úr heimbygdini, um hon ikki hevur møguleikan, men dygdin skal eisini verða í hásæti.
Sum stuttligan íblástur kann nevnast, at herfyri stóð ein barnagarður í Århus uttan bygning, tí hann skuldi umvælast. Tað gekk ógvuliga strilti at finna ein annan fyribils bygning í teir tveir mánaðarnar umvælingin vardi. Tað endaði við at børnini vóru innið á ellisheiminum beint við síðina av og báðir partar vóru so væl nøgdir við hetta samstarv at nú verður hugsað um, hvussu barnagarðurin og ellisheimið kunnu brúka hvørt annað. Kanska tað er ein loysn.
Politiski viljin tykist tó at verða, og vit á Tinghelluni fara so at minna flokkarnar á hetta eftir valið.