Í sambandi við treylarasamanstoytin mikukvøldið, vísti borgarstjórin í Runavíkar kommunu á, at tað ikki bert eru bøttar vegaumstøðurnar, sum kunnu forða ferðsluóhappum á vegnum við Søldarfjørð.
- Vit vita tað, at eini 80 prosent av framleiðsluni til eksport verður framleitt eystanfyri Sundalagið, og tað skal alt koyrast til eina meginstøð, sum er í Havn – tað vil siga Tórshavnar Havn – har tað síðani skal flytast frá. Spurningurin er, um man nú ikki eigur at fara í holt við hesi skipafeløgini, soleiðis, at man fær eina broyting í hendan tunga trafikkin, sum fer inn í bygd øki í Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen við Rás2.
Tað kundi endað heilt galið, tá ið tveir treylarar og ein persónbilur rendu saman í Søldarfirði mikukvøldið. Vakthavandi á løgreglustøðini greiddi frá, at ein treylari var farin á skeivu breytina, har hann rakti bæði ein annan treylara umframt ein persónbil.
- Høvuðsfarleiðin okkara megin er fyri stóran part í bygdum øki. Vit síggja í hesum førinum, at tað kundi havt staðist ein heilt stórur skaði av hesum her. Bara at hugsa sær til, um nøkur børn spældu í vegjaðaranum har – so hevði tann heilt stóra katastrofan hent, men tað hendi so tíbetur ikki, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu.
- Tað er mín vón, at man fer at finna út av, at tað ber til at brúka aðrar havnir enn bara tað í Tórshavn til útflutning. Vónandi og væntandi fer bæði inn- og útflutningurin hjá Bakkafrost, til dømis, at fara um ta havnina, sum vit eru í ferð við at byggja út. Tað gevur yvirhøvur onga meining, at liggja og sleipa hesar trailararnar aftur og fram í Føroyum, bara tí, at eitt íslendskt skipafelag hevur funnið út av, at tað skal vera ein útflutningssentralur í Føroyum, sigur hann.