Neyðugt at fáa 15 milliónir um árið

Ítróttarsamband Føroya skal hava nýtt høvuðsæti fyri 20 milliónir krónur

Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, eigur at fáa 15 milliónir krónur um árið úr landskassanum.

 

Tað heldur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF. Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, heitir hon staðiligiga á landsins myndugleikar um at hækka játtanina munandi, tí annars er rætt og slætt vandi fyri at ÍSF dettur sundur.

 

 

Les eisini: Ìtróttarsamband Føroya í vanda fyri at syndrast

 

 

Sum er, fær ÍSF 8.550.000 krónur í stuðuli úr landskassanum, umframt at Hugasambandið fær eina serliga játtan upp á eina millión í kjalarvørrinum á at Helgi Dam Ziska vann sær heitið sum stórmeistari í talvi fyrr í ár.

 

Men Elin Heðinsdóttir Joensen nælir til, at játtanin til ÍSF verður hækkað upp á 15 milliónir um árið.

 

Í hesum sambandi vísir ÍSF eisini á, at tað er neyðugt at útvega felagsskapinum nýtt høvuðsæti, tí ÍSF húsið skal takast niður, av tí, at svimjihøll við langhyli skal verða har.

 

Tað er ein íløga, sum kostar 20 milliónir og í tí sambandi skal húsið, tey nú hava, seljast býráðnum. Men næsta ár, og í 2018, mælir ÍSF til, at felagsskapurin fær 2,5 milliónir um árið til nýtt høvuðsæti.

 

Tað er ikki greitt, hvar høvusætið skal vera, men Elin Heðinsdóttir Joensen sigur, at ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at byggja eina hædd oman á fimleikarhøllina, Fimi, sum er við Tórsvøll í GUndadali.

 

 

Les eisini: Vilja hava Oyggjaleikirnar til Føroya í 2023

 

 

Samstundis skal ein millón játtast til úrvalsítrótt og 11,5 milliónir til vanliga virksemið hjá ÍSF. Men í 2019 verður mælt til, at úrvalsítrótturin fær tvær milliónir og at ÍSF sjálvt fær 13 milliónir til vanliga raksturin. 

 

- Vilja vit, at føroyskur ítróttur skal mennast, er hetta neyðugt, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.