Samstundis sum onnur skunda undir at fáa málið um nýggja musikkskúlan í Sortudýki í Havn avgreitt sum skjótast, so dregur býráðslimurin Annfinn Brekkstein øvugtan veg.
- Tað er neyðugt at taka aftur í aftur, hvat vit upprunaliga ynsktu við nýggja musikkskúlanum, sigur Annfinn Brekkstein, sum bæði er limur í fíggjarnevndini og eisini bygginevndini fyri musikkskúlan.
Býráðslimurin sipar serliga til kostnaðin:
- Upprunaliga varð ætlanin at byggja fyri 41-43 milliónir. Tað varð síðani broytt til 46 milliónir, so 54 milliónir og nú sigur nýggjasta kostnaðarmetingin 67 milliónir, sigur Annfinn Brekkstein, tá hann tekur saman um gongdina í málinum síðstu árini.
Sambært Annfinni Brekkstein er í løtuni stór óvissa um, hvørt tær 67 milliónirnar fara at gerast uppaftur fleiri, tá avtornar:
- Vit býráðspolitikarar hava onga vissu fyri prísinum. Higartil er prísurin farin uppeftir, nærum fyri hvønn byggifund. Og vit hava framvegis onga meting av, hvat útgerð og innbúgv til bygningin fer at kosta. Her eru alt ov stórar óvissur, sigur Annfinn Brekkstein avgjørdur.
Eisini staðsetingin av skúlanum, millum Norðurlandahúsið og Sundsvegin, eigur at umrøðast av nýggjum.
- Nú verkætlanin er blivin somikið kostnaðarmikil eiga vit eisini at diskutera, um skúlin kanska hevði ligið betri onkra aðra staðni í býnum. Tað tykist, sum eingin torir at siga tað hart, men eftirhondini kunnu stór spurnartekin setast, bæði við kostnaðin og staðsetingina av nýggja musikkskúlanum, sigur Annfinn Brekkstein.
Endurskoða
Býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum mælir tí til at endurskoða verkætlanina. Eisini um borgarar í høvuðsstaðnum harvið mugu bíða enn longri eftir einum nýggjum musikkskúla.
- Tað hevur størsta týdningin, at vit fáa røttu loysnina fyri rætta kostnaðin, ikki einhvørja loysn fyri einhvønn prís, argumenterar Annfinn Brekkstein.
Býráðslimurin vísir á, at breið semja er í býráðnum um at byggja nýggjan musikkskúla.
- Men fokus má aftur á kostnaðin. Fíggjarligt vit og skil má ráða, sigur Annfinn Brekkstein.
Sum nevnt í aðrari grein um málið skal Fíggjarnevndin í Tórshavnar Býráð í næstum taka støðu til at keypa eitt privat grundstykki við sethúsi á, sum skal leggjast afturat verandi øki, ið ætlandi skal brúkast til musikkskúlan.
Annfinn Brekkstein, sum eisini situr í Fíggjarnevndini, er ivasamur:
- Tað er greitt, at um kommunan keypir hetta økið til musikkskúlan, so er man reelt farin ígongd. Men vit mugu also kenna neyva og endaliga kostnaðin fyri verkætlanina fyrst, sigur Annfinn Brekkstein.
Fundur verður í Fíggjarnevndini í Tórshavnar Kommunu beint eftir páskir.