Neyðugt at byggja búpláss úti í rúmdini

Skal mannaættin yvirliva, mugu vit byggja búpláss á Mánanum og á Mars. Tað heldur heimskendi alisfrøðingurin Stephen Hawking.

- Tað er ein ávísur og veksandi vandi fyri, at mannaættin verður oydd av einari ella aðrari vanlukku so sum ov nógvum hita á Jørðini, kjarnorkukríggi , onkrum virusi ella kanska onkrum vanda, sum vit einki vita um enn. Framtíðin hjá mannaættini er treytað av, at hon verður før fyri at finna sær okkurt annað stað í rúmdini.

Orðini eigur heimskendi bretski alisfrøðingurin Stephen Hawking, og áhugin var ovurstórur, tá hann nú um dagarnar helt fyrilestur í Hongkong. Sjálvur heldur hann, at tað ber til at byggja eina støð á Mánanum um eini 20 ár, og at tey fyrstu kunnu seta seg niður á Mars um eini 40 ár.

-Men vit finna einki stað, sum er líka gott sum Jørðin - í hvussu er ikki í okkara sólskipan, sigur Stephen Hawking.

Tann 64 ára gamli Hawking, sum er professari á lærda háskúlanum í Cambridge, er ikki hvør sum helst. Hann hevur granskað rúmdina í mong ár, og bók hansara "A brief History of Time" er sera væl umtókt.

Tað eru kortini ikki øll vísindafólk, sum eru samd við honum, tá tað snýr seg um búsetingarmøguleikarnar úti í rúmdini. Alan Guth, sum eisini er professari á alisfrøði, sigur við AP-tíðindastovuna, at tað er einki, sum bendir á, at tað verður lættari hjá fólki at búgva á Mars enn á Jørðini um eini 50 ár, men hvat tøknin fer at gera møguligt um eini 100 ár, er nakað annað, sigur hann. Sjálvur heldur Alan Huth, at vit eiga at fara niðureftir heldur enn uppeftir.

- Tað mest einfalda er at byggja eina støð undir jørð, eitt nú á Antarktis, sigur hann.