Neyðugt at bresta vindeyguni upp og skotra rotið burtur

- Tað syrgiliga er, tá vit smekka hurðina í høvdið á hvør øðrum, og alt samskiftið endar, og fordómarnir verða fastlæstir. Soleiðis kjakast vit oftani í Føroyum, tí vit tora ikki at lurta og læra hvør av øðrum. Moralan er, at tann sosiali kritikkurin nýtist ikki at vera niðurbrótandi. Hann kann eisini vera broytandi, sigur Annfinnur Heinesen, sum saman við Hans Paula Tórgarð átti hugskotið til satirurøðina Moldvarp Føroya. Og jú, hann trýr á Gud

Við satirurøðini, ið er umrøtt alment sum ein blasfemisk, útspillandi og ein skitin sending, hava fólkini handan Moldvarp Føroya fingið sinnið í kók hjá fleiri føroyingum. Harðrendu ummælini hava funnist at evnunum, sum satirurøðin hevur tikið upp, og at málbrúkinum, sum eftir teirra tykki ikki sømir seg í einum almennum sjónvarpi.

Seks sendingar vóru framleiddar um Atla í Sundi, religiøsu moralpatruljuna, nærgangandi koyrilæraran og hini í Moldvarpinum. Verkætlanarleiðari var Annfinnur Heinesen, útlærdur sjónleikari.

- Hóast vit hava roynt at latið sendingina tala fyri seg, má eg viðganga, at tit geva okkum eitt kærkomið høvi at taka samanum. Í Føroyum er satiran ikki, sum aðrastaðni, ein vælkend demokratisk institusjón, og misskiljingarnar hava verið nógvar. Summi hata, altso HATA, Moldvarpið, men nú haldi eg, at tey allarflestu halda, at tað er deiliga frítt og klikka, svarar Annfinnur Heinesen í teldupostinum, tá hann verður spurdur, um hann er sinnaður at svara nøkrum spurningum um sendirøðina.

- Jú, eg eri við!, leggur hann afturat.


Eru føroyingar kræsnir, tá tað snýr seg um skemt?

- Tað snýr seg ikki um at vera kræsin. Tað ræður um, hvat tú væntaði frammanundan. Fólk settu seg helst væl til rættis við kaffi og kaku og væntaðu familjuvinarligt undirhald, men tað fingu tey ikki. Jú, gamaní, Moldvarp Føroya var eisini stuttligt, enntá við lágkomikki, har vit fáa nøkur bílig stig við hemoridum og nærgangandi koyrilærarum. Eg noyðist tó at sláa fast, at endamálið við Moldvarp Føroya var ikki bara at framleiða meinaleyst skemt, sum fer inn gjøgnum annað oyra og út aftur gjøgnum hitt. Moldvarp Føroya er satira. Tað hevur elvt til nógvar misskiljingar, tí summi fólk skilja ikki munin millum undirhald og satiru. Satiran er bæði álvara og gaman, isjanneit? Ella sum Piet Hein skrivaði í einum grukki við íblástri frá Søren Kierkegaard: “Den, som kun tar spøg for spøg og alvor kun alvorligt, han og hun har faktisk fattet begge dele dårligt.”


Men hava føroyingar ans fyri tí skemtiliga?

- Føroyingar eru skemtingarsamir, men vit flenna ikki at tí sama. Tað er torført at skera yvir ein kamb. Umframt hesar banalu globaliseraðu skemtisøgurnar, sum SKULU enda við einari “punchline”, sum ger púra greitt, nær vit skulu flenna, hava føroyingar vanliga ein speiskan frásøgusátt, sum er í ætt við satiru. Vit siga frá ávísum hendingum, sum eru stuttligar í sjálvum sær, og løgnum persónum við løgnum atburði, arketýpur, sum øll kenna frá nærumhvørvinum. Í smáum samfeløgum, har øll vita um hvønn annan, kann speisemi skjótt gerast naskt og nærgangandi. Traðkaði tú skeivt, fekk tú ein tátt oman yvir teg, og yrkjarin spardi avgjørt ikki offrið, men blásti hansara keipur og hansara misgerðir fullkomiliga út úr proporsjón. Moldvarpið dyrkar hendan grova stílin. Vit royndu við skeivum søgum og groteskum figurum at snara politiska og persónliga veruleikan, av og á yvir í tað ekstrema, so onnur kundu meta um umstríddu evnini á einum øðrvísi grundarlagi.


Rukku tit endamálinum við hesum seks sendingunum?

- Uha, hatta er ein umfatandi spurningur. Endamálið hjá okkum var at framleiða eina stuttliga satirusending við eyðkendum og tíðarleysum týpum og speiskari viðgerð av politiskum málum, sum eru frammi í løtuni. Vit settu kritisk og komisk spurnartekin við persónar og bólkar, sum hava vald í Føroyum. Vinnulívið, politikarnir, trúarbólkar, bankar, miðfyrisitingin og you name it. Tað er public service fyri allar pengarnar. Vit vildu stuðla fólkaræðinum við at varpa ljós á nøkur viðurskifti, sum stimbra til kjak um umstrídd mál. Sambært orðaskiftinum í fjølmiðlunum og hyggjaratølunum hjá netvarpinum, so rukku vit okkara endamálið. Harafturat hava vit frætt, at Moldvarp Føroya er í uppskoti til eina miðlaheiðursløn sum ársins innslag, vegna sína nýhugsan innan undirgravandi satiriskan journalistikk, tá Moldvørpan sníkti seg inn til ein veljarafund í høllini á Hálsi.


Tit ristu eitt sindur í átrúnaðin í Føroyum. Hví?

- Átrúnaður fyllir nógv í Føroyum. Tað er eitt ævigt evni, sum tú altíð hevur loyvi at viðgera. Samkomurnar eru ein valdsfaktorur í samfelagnum við sínum sosiala tamarhaldi á sálunum, sum øll hava rætt – og kanska skyldu til – at seta spurnartekin við. Altso, bara tað, at vit gera nakað nógv av í einstøkum førum, merkir ikki, at tað er tikið úr leysum lofti. Vit fingu íblástur til “moralpatruljuna” úr veruleikanum. Vit minnast væl uppskotið um at lata upp fyri fostutøkujournalunum á Landssjúkrahúsinum. Tað gav okkum hugskotið um tveir dupultmoralskar menn, sum sóu tað sum sína skyldu at minna Karina á sínar syndir, at revsa hana, heldur enn at hjálpa, fyribyrgja og fyrigeva. Tað ekstrema, tað víðgongda, er altíð áhugavert. At døma eftir teimum ógvusligu og harðrendu teldupostunum, eg havi fingið, er tørvur á alvorligari satiriskari viðgerð á hesum økinum...


Hvat hava fólk skrivað til tín?

- Ein kona skrivaði, at Gud letur seg ikki spotta, og hon kundi trygt lata HANN taka sær av okkum. Eg bleiv illa við at hesi hóttanini. Eg svaraði henni dámliga aftur, at eg eri ikki bangin, tí eg trúgvi sjálvur á Guð. Ikki ein náðileysan og revsandi Gud, men ein náðigan, kærleiksfullan og fyrigevandi Gud, sum tíbetur er alt ov stórur til at fáa gron um slíkt smáttarí sum Moldvarp Føroya. Vit gera ikki gjøldur burtur úr Guði, vit spinna bara satiru burtur úr fólkunum, sum í hansara navni, fara illa við hvør øðrum.


Hvussu fyriheldur tú teg til hvassorðaðu ummælini, sum hava verið?

- Tað eru sera nógv sum halda, at Moldvarp Føroya er framúr. Eftir fyrstu sendingina vóru fólk frá sær sjálvum. 'Provokerandi' og 'pillbýtt' vóru frægastu ummælini tá. Facebook var ein stór lortaspann, men tað var væntandi, tí tað eru bara tey ónøgdu, sum vísa so týðiligan lit. Tað nívir sjálvsagt fast, at atfinningar koma sum ein flóðalda, tá tú hevur lagt orku og kenslur í eina verkætlan, men vit tóku ímóti skolunum við opnum ørmum, tí ein sjónvarpssending hevur sanniliga stórt vald. Tað, at fólk brúktu sín demokratiska rætt at siga sína erligu hugsan, er í veruleikanum eitt heilsutekin. Vit kunnu ikki vísa onnur fram satiriskt, um vit ikki sjálvir tola avleiðingarnar. Atfinningar og ósemjur í sjálvum sær er ikki nakað ringt. Negativu ummælini góvu okkum ofta onnur góð hugskot, sum strimbraðu innihaldið í sendingunum. Kritikkur er eisini konstruktivur, tað ræður bara um at opna hurðina.


Ein atfinning hevur verið, at tit banna og blóta í sendinginum. Hví er tað neyðugt?

- Í satiru ”fremmer overdrivelsen ofte forståelsen”. Ætlar tú at tekna ein stuttligan karikatur av einum manni sum Atla í Sundi, sleppur tú ikki undan banniorðum. Eiðir og ónærisligheitir eru, um tú vil tað ella ikki, serkend eyðkenni, sum finnast í føroyska samfelagnum.


Hvar er markið fyri, hvørjum tú kann gera gjøldur burturúr?

- Tað er ein áhugaverdur spurningur, og markið er gruggut og ógreitt. Tað er alt eftir, hvønn tú spyr. Summi hava onga skomm skapta. Tey kunnu helst flenna eftir øllum, uttan mun til, hvussu kensluleyst tað er. Nøkur hava roynt at gera gjøldur við fólki, sum veruliga eru veik og verjuleys, men tað er tíbetur forbankað torført at vinda nakað stuttligt burtur úr slíkum. Eg haldi, at tað er at fara um markið. Tað er skilaleyst at sparka tey, sum hava rakt botnin. Satiran skal heldur brúka krútið upp á tey, sum sita við valdinum á ovastu rók. Øll, sum hava valdið at ávirka lívið hjá øðrum, skulu viðgerast kritiskt. Tá er tó ikki sagt, at tey skulu spillast út. Satiran má heldur ongantíð provokera bara fyri at provokera. Tað skal vera eitt hægri endamál. Onnur kendu tað kanska so, at Moldvarp Føroya fór um markið í ávísum førum. Tað hava tey fullan rætt at halda og siga, tí tað er ein forbankað torfør javnvág, sum tú ikki altíð skal skilmarkað einsamallur. Endamálið skal í øllum førum ongantíð vera at gera øðrum fortreð – men hinvegin kanst tú heldur ikki altíð stýra, hvør fær ilt av hvørjum, tí fólk eru so ymisk. Skalt tú halda teg aftur í øllum lutum, tí onkur kanska fær eitt sindur ilt av hesum ella hasum? So hendir jú einki. Tá stendur alt í stað. Tað kann ikki vera meiningin, ha?


Seks sendingar av Moldvarpinum hava verið. Hvat hevði tú gjørt øðrvísi í dag?

- Tað hevði verið ein fyrimunur, um vit kundu framleitt eina sending hvørja viku, heldur enn at gjørt meginpartin niðurfyri. Tá hevði Moldvarp Føroya verið upp aftur meira aktuelt og fingið betri politiskt bit. Møguleikin hevði verið at gjørt meira burtur úr sirkussinum um tær níggju milliónirnar, sum landskassin fær afturat í ríkisveiting, fyri ikki tala um, hvussu hendan samgongan er farin undir at seta oligariskar Putin-tilstandir í gildi í fiskivinnuni. Tað kundu vit spunnið nógvar góðar søgur burturúr. Vit høvdu yrkt sangir um tann vakra dagin, tá tað sló klikk hjá Óla Wich, og ein annan sang um mystiska sambandið millum flatlús og flatskatt. Vit høvdu nakrar fantastiskar teknikarar, sum runnu fyri lívinum at framleiða hesar seks sendingarnar, og úrslitið var skidegott eftir umstøðunum. Hugsa tær til, hvat vit høvdu fingið burturúr við meiri pengum, fleiri fólkum og betri tíð.


Tit endaðu Moldvarpið við einum ironiskum innslagi, har tit gráta um kritikkin av sendingini. Hvat vildu tit siga við hesum innslagnum?

- Altso, mær dámar ikki serliga væl at greiða frá endamálinum. Tá fellir poengið eitt sindur til jarðar. Men vit kunnu ikki renna undan, at tann politiski pínslavátturin er ein óhugnaliga sterkur figurur í Føroyum. Tað er okkurt slag av masochismu. Eingin kemur so sterkt aftur, sum tann frákoyrdi landsstýrismaðurin. ”Jú jú, kanska hevur hann gjørt okkurt ólógligt, men tað er soooo synd í honum.” Tað er hugburðurin. Tað kennist onkutíð so, at tað verður hugsað sum Roosevelt um Somoza, at tað kann væl vera, at hann er ein bandittur, men hann er okkara bandittur. Hygg at summum politikarum, sum fata tað sum ein strategiskan vinning at fáa mótstøðu av religiøsum orsøkum. Tað er eitt forferdiligt mjarr og knarr um, hvussu hesin stakkals veiki minnilutin verður forfylgdur. Tað er har, vit fara skeiv. Tey eru ikki ein minniluti, og tey eru alt annað enn veik. Tey hava vald. Eitt gott satiruinnslag hevði verið at stungið ”mikrofonina í gronina” á Miðflokkinum, sum saman við samgonguni, ger seg inn á tey lægstløntu í samfelagnum, samstundis sum tey siga seg vera verji teirra veiku. Løgmaður stóð eisini á tingsins røðarapalli við himmalvendum eygum og græt um, hvussu synd tað var í honum, at HANN varð so illa happaður av sínum sokallaðu vinum á Facebook, og buhuhu hasi býttu fakfeløgini sum, heldur enn at fara til arbeiðs, standa og mótmæla ”ábyrgdarfulla politikkinum hjá hesum høga tingi.” Vit hoppa upp á tað, hóast tað er fullkomiliga bakvent! Nei, tað er ikki synd í teimum. Tað var heldur ikki synd í Hans Paula og mær. Tí græt eg í hesum innslagnum. Fyri at gera gjøldur burtur úr okkum, sum halda, at tað er so forferdiliga synd í okkum, tí vit verða forfylgd av fólki, sum taka so forferdiliga synd í sær sjálvum, tí vit forfylgja teimum... isjanneit? Tað var í grundini kona mín, sum gav okkum hatta frálíka hugskotið at brúka eitt slag av dupult-ironi.


So tú sigur, at vit hava hug til at renna undan ábyrgdini?

- Ja. Øll, sum hava vald yvir fólkinum skulu standa til svars fyri fólksins dómi. Bar til at sleppa sær undan ábyrgdini, var talan ikki um veruligt fólkaræði. Heldur enn at tiga tað burtur, skulu vit gleðast um opna kjakið. Vit skulu tora at møta fordómum og ósemjum hjá hvørjum øðrum. Sum um tað ikki var nógmikið, royndu vit eisini, tilvitað ironiskt, at fáa seinasta orðið við einari tilsiping til okkara eyðkennislag ”Fokk jú, I wont dú what you tell me.” Tað syrgiliga er, at tá vit smekka hurðina í høvdið á hvørjum øðrum, so endar alt samskiftið, og fordómarnir verða fastlæstir. Soleiðis kjakast vit oftani í Føroyum, tí vit tora ikki at lurta og læra av hvørjum øðrum. Moralan er, at tann sosiali kritikkurin nýtist ikki at vera niðurbrótandi. Hann kann eisini vera broytandi, á ein positivan, konstruktivan og stuttligan hátt. Í so máta hava vit brúk fyri føroyskari satiru, sum kann bresta vindeyguni upp og skotra rotið burtur við frískari luft.

***


Skrivað um Moldvarp Føroya:


“Moldvarpið var ein satiru sendirøð, ið viðgjørdi mangar fjaldar skommir og sár í samfelagnum, sum í royndum er víst, at onkur hevur kent sviðan av. Væl er lagt til rættis, og mangt rot er grivið upp úr súru føroyamoldum.”

- Ragnar Winther Eliasson á Vágaportalinum tann 17. januar 2012


“Nú eru tað væl lærdir sjónleikarar, sum koma við slíkum ókvæmisorðum inn á okkum. Er hettar lærdómurin, so veit eg onki! Men eitt veit eg, at sleppa Føroyingar gomlu Guðstrúnni, er tað ein óbótaligur skaði, sum ikki bøtist aftur, og tá eru vit farin fyri skeyti!”

- Sólvit Simonsen í Sosialinum tann 4. januar 2012


”Moldvarp Føroya, sum vit í seinastuni hava fylgt við, er skemtisending á sera høgum støði, onkur kritiskur viðmerkjari segði, at sendingarnar kostaðu heilar 300.000 kr. Eg havi bert tað at siga, at tað er flott klára at gera slíkt megnarverk so bíliga.”

- Jóhan Heri Johansen í Sosialinum tann 4. januar 2012


”At Kringvarpið troystar sær at vísa slíkt blasfemiskt og beinleiðis útspillandi turrgelt moldmøsn, er enn eitt gott prógv um, at hvørki leiðsla ella sjónleikarar í Føroyum duga at skapa nakað upprunaligt, men koppa tí á til at spilla okkurt út ístaðin fyri. ”

- Ólavur í Beiti á Vágaportalinum tann 25. november 2011


”Tað er gamalt fordómsgóðs, ið verður borðreitt við viðvíkjandi trúarlívinum í Føroyum. Hetta hevur ikki nakað sum helst hald við veruleikan at gera. Onki, sum vit menniskju hava við at gera, er fullkomið, heldur ikki teir persónar, sum vit møta, menn og kvinnur í Bíbliuni, sum blivu brúkt og knýtt til arbeiði Jesusar her á jørð. At SvF skal ganga á odda at niðurbróta hesar varðar, henda arv, sum okkara forfedrar góvu okkum, er ikki til at skilja.”

- Thomas J. Askham í Dimmalætting tann 28. desember 2011