Fótbóltstos
Tað kom rættiligur fjáltur á gøtumenn, tá HB brádliga javnaði leiðsluna hjá GÍ. GÍ hevði annars gott tak á dystinum, og tí var hetta ein merkisverd gongd.
Eftir dystin fingu vit orðið á liðskiparan hjá GÍ, Magna Jarnskor.
- Ja, har var veruliga panikkur í eina løtu. Teir fáa eitt gott frísparksmál, og akkurát hvat hendir við seinna málið, veit eg ikki, men teir misskiltu í øllum førum hvønn annan.
- Hetta skelkaði okkum, og hóast Gidek skjýtur eitt flott mál seinni, so hava vit ongan tíð sama takið aftur á HB. Hatta minnir á ein hátt um dystin móti VB. Vit gerast bangnir fyri at missa leiðsluna, og fella tí alt ov langt aftur á vøllin, og tá koma vit sjálvandi undir trýst.
- Tað var eisini um reppið, at hetta kostaði, men tíbetur gekk tað kortini, so at tað nú bara eru tvey stig upp til B36, segði ein fegin Magni Jarnskor, sum tó ikki kundi lata vera við at iðra seg.
- Hatta gjørdu vit óneyðuga torført. Vit skulu lukka dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki!