Í morgin er altjóða handikapdagur. Tað er ST, sum hevur útnevnt dagin til at vera altjóða handikapdag. Henda dagin verður ljós varpa á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek. Ráðið fyri Brekað sigur í dag, at tað er alneyðugt við einum altjóða handikapdegi.
- Tað er neyðugt við einum tílíkum degi, tí staðfest er, at um 10% av borgarum okkara bera brek. Tá tú bert brek, ert tú sum oftast fyri vanbýti í mun til tínar samborgarar. Tað vil siga, at tú ikki á sama hátt hevur møguleikar at luttaka í samfelagnum, vera virkin og hava tað gott. Ofta er viðgerð, endurvenjing og uppvenjing ikki nóg góð ella als ikki ein møguleiki. Hetta kenna vit eisini í føroyska samfelagnum, sigur Ráðið fyri Brekað í dag
Handikapsáttmálin hevur nú verið í gildi í hálvtannað ár. Ráðið fyri Brekað heldur tað verða ein sigur, at fáa sáttmálan settan í gildi.
Men tað kann skjótt gerast ein ósigur, um hann ikki verður settur í verk og vit fáa ábreiðslur frá ST, sum um stutta tíð fer at spyrja politiska myndugleikan í Føroyum, um støðuna viðvíkjandi sáttmálanum.
-Okkum manglar eina røð av lógum og átøkum á økinum. Smáir batar eru, og júst í dag er eitt ár síðan, at kunngerðin um atkomu varð sett í gildi. Tó manglar at taka tey stóru tøkini, soleiðis at vit í verunleikanum vísa, at allir borgarar í Føroyum verða viðurkendir, sigur Ràðið fyri Brekað.
Ráðið fyri brekað vónar at munandi framstig verða gjørd í komandi ári.









