Tað er í altjóða samfelagnum breið semja um, at íverksetar spæla ein týðandi leiklut í skapanini av vøkstri og vælferð í samfelagnum.
Semja er eisini um, at tað hevur tilsvarandi týdning at innrætta samfelagið soleiðis, at íverksetarí verður framt.
Stórur almennur sektorur køvir
Tað eru mong viðurskifti, sum hava týdning fyri, um okkara samfelag er væl ella illa innrættað til fremjan av íverksetan.
T.d. vísa hagtøl at ein stórur almennur sektorur hevur eina negativa ávirkan á íverksetaravirksemi, meðan ein lítil almennur sektorur hevur positiva ávirkan (sí m.a. Økonomisk Frihed og Iværksætteraktivitet – www.cepos.dk).
Eisini vísir tað seg, at eitt høgt skattatrýst ávirkar negativt við at frátaka íverksetum týdningarmesta amboðið – nevnliga kapitalin. Tá ein vøkstur í almenna sektorinum ikki kann gjøgnumførast uttan eitt økt skattatrýst, hanga hesi viðurskifti saman.
Tí er tað ein spurningur um strategiin hjá stjóranum í SamVit um ein týðandi, almennan og beinleiðis leiklut í íverksetan, er besta leiðin at ganga. Hartil er tað eisini ein spurningur, um vit fáa teir bestu førleikarnar í spæl, um ein almennur stovnur skal brúka nógva orku á einum øki, sum hevur privata íverksetan sum endamál.
Støðan í dag
Í Føroyum hava vit í dag eitt regulert íverksetarahús, og tað hevur verið virkið síðani januar 2007.
Húsið er skipað sum ein sjálvseigandi grunnur við øllum Føroyum sum virkisøki. Virksemi er fíggjað av Klaksvíkar kommuna, Eik banka, Vinnumálaráðinum og við brúkaragjøldum.
Arbeiðið í íverksetarahúsinum er skipað sum ein opin platformur við so fáum fastsettum starvsfólkum sum møguligt. Hetta er gjørt fyri at geva pláss fyri einum víðum netverki av leiðarum, royndum íverksetum og konsulentum úr vinnulívinum, sum aktivt verða brúkt í menningini av íverksetum.
Fyrsta árið taldi vinnuliga netverkið fleiri enn 35 fólk, sum undirvístu og ráðgóvu 180 íverksetum í alt.
Sambært stjóranum á SamVit í Sosialinum síðsta týsdag, fer SamVit nú at taka orðingarnar um íverksetan í Vinnupolitikkinum ( HYPERLINK "http://www.vmr.fo" www.vmr.fo) í álvara, og tað merkir, at almenni stovnurin í næstum skal spæla ein týðandi og yvirskipaðan leiklut á íverksetaraøkinum.
Lyklaorðini eru: at lætta atgongdina hjá íverksetum til vitan, kapital og samstarvspartnarar; at gera tað lætt hjá íverksetum at byrja virksemi; at samskipa íverksetararáðgevingina í Føroyum og stovna ein íverksetaraportal.
Hví gera tað sama?
Tá nú SamVit ætlar sær á banan, hví so leggja út við eini ætlan, sum í tí stóra og heila snýr seg um júst tað sama, sum Íverksetarahúsið í meir enn eitt ár hevur arbeitt við?
Vit hava við skeiðum, ráðgeving, netverkan og sparring lætt um atgongdina hjá íverksetum til vitan, kapital og samstarvspartnarar.
Vit hava við somu amboðum lætt um hjá íverksetum at byrja virksemi. Í 2007 ráðgóvu vit í 54 verkætlanum, har 10 ætlanir eru avgreiddar, meðan fleiri eru ávegis.
Vit hava eisini við okkara skipan sum opin platformur framt eitt umfatandi samskipandi arbeiði millum íverksetar og vinnulív.
Síðani juni mánað 2007 hevur íverksetaraportalurin HYPERLINK "http://www.is.fo" www.is.fo verið virkin og javnt og samt dagførdur.
Kunnu vit í Føroyum loyva okkum at brúka okkara avmarkaðu ressursir uppá tvær ætlanir, sum yvirhøvur eru tær somu?
Førleikarnir
Í nútímans samfelagnum er vøkstur og vælferð treytað av bæði førleikunum hjá privata vinnunlívinum og almennu skipanini, júst tí teir ikki liggja á somu økjum, og tí loysa eina presisa røð av uppgávum, sum tilsamans hava avgerandi týdning fyri samlaða kappingarføri.
Tá tað ræður um, hvør hevur førleikarnar og rætta perspektivið at loysa uppgávuna at ráðgeva og undirvísa privatum íverksetum, so er vinnuliga netverkið hjá Íverksetarahúsinum eitt rættuliga gott boð.
Tað tænir ongum endamáli, at SamVit, sum er ein almennur stovnur, skal brúka virðismikla orku á einum øki, har Íverksetarahúsið í meir enn eitt ár veruliga hevur sett ferð á at menna íverksetan í Føroyum.
Harafturat tykist tað eitt sindur ósamskipað, at útspælið hjá stjóranum á SamVit fyri okkum var púra ókent.
Eg dugi ikki at síggja, at vit hava brúk fyri tí samskipan, sum stjórin á SamVit leggur stóran dent á. Í einum so lítlum samfelag sum okkara er ikki neyðugt at brúka so nógva orku uppá at ganga á odda í samskipan og øðrum. Tað hevur nógv størri týdning at brúka orkuna uppá at arbeiða beinleiðis við íverksetanini.
Tað, sum Íverksetarahúsið hevur brúk fyri, er einum dyggum moralskum og fíggjarligum samstarvi við Vinnumálaráðið.
Arbeiðið er byrjað
Góða undirtøkan fyri Íverksetarahúsinum í 2007 vísir, at tað við nýggja íverksetara konseptinum er eydnast at menna ein leist, sum hevur positiva effekt á íverksetan í Føroyum.
Tí hevur tað týdning, at vit satsa uppá at halda fram við tí arbeiði, sum er í gongd. Í upplegginum til Íverksetarahúsið, sum varð gjørt á sumri í 2006, skal konseptið eftirmetast við ársenda í 2009.
Ein høvuðsorsøk til, at Íverksetarahúsið hevur kunnað gjørt sær fleiri royndir og ment presisar førleikar, er lutfallsliga stóra talið av íverksetum, sum hava brúkt húsið. Hetta sigur nakað um, at tað í einum so lítlum landi sum Føroyum ikki loysir seg, at fleiri ætla at gera tað sama!
Latið Íverksetarahúsið nú standa sína roynd. Tað gagnar ongum at koma við almennari kapping á hesum øki, hóast tær bestu intentiónirnar eru samstarv.
Vit mugu duga á hvør sínum øki.










