Mannarættindafelagsskapir og onnur voru á gosi, tá ein kvinna í Saudiarabia bleiv dømd at sita í fongsli og at fáa 200 koyrlasløg, eftir at sjey menn høvdu neyðtikið hana. Neyðtøkumenninir fingu eisini fongsulsrevsing.
Fleiri lond, teirra millum Danmark, mótmæltu dóminum og heittu á Abdullah kong um at seta dómin úr gildi. Tað hevur kongur nú gjørt, skrivaði blaðið al-Jazira í morgun.
Saudiarabiska løgmálaráðið segði tað vera í lagi, at tann 19 ára gamla kvinnan fekk so harða revsing, tí hon hevði verið í bili saman við einum manni, sum hon ikki er í ætt við, og tí hon hevði verið manni sínum ótrúgv.