Neyðtikna kvinnan deyð

Tann 23 ára gamla indiska kvinnan, sum var fyri hópneyðtøku í einum bussi í New Dehli um miðjan mánaðin, doyði um sjeytíðina í kvøld á sjúkrahúsinum í Singapore, hagar hon bleiv flutt, so hon kundi fáa hjálp frá serfrøðingum.

-Hóast átta serfrøðingar hava roynt alt fyri at hjálpa henni, hevur tað bara gingið tann skeiva vegin, sigur Kelvin Loh, sum er stjóri á sjúkrahúsinum.

Sjúkrahússtjórin sigur, at kvinnan doyði av løstunum, sum hon fekk av teirri ógvusligu viðferðini undir neyðtøkuni.

-Hon stríddist fyri lívi sínum so leingi, hóast útlitini vóru ring, men løstirnir, sum kroppur hennara hevði fingið, vóru at enda ov stórir, til at hon kundi vinna á teimum, sigur Loh.

Hópneyðtøkan hevur vakt ovurstóran ans í India og hevur elvt til harðar mótmælisgongur. Millum annað finnast fólk at løgregluni, sum verður løgd undir at venda tað blinda eygað til, tá kvinnur verða neyðtiknar.