Neyðtøkur skaka amerikanska herin

112 kvinnur, sum gera tænastu í amerikanska herinum í Afghanistan og Irak, hava meldað hermenn fyri neyðtøku

Neyðtøkur og kynsligur ágangur ímóti kvinnum í amerikonsku verjuni eru vorðin ein so stórur trupulleiki, at í vikuni hevði Kongressin eina hoyring um evnið.

Har fingu tríggir generalar og ein admiralur greitt at vita, at megna teir ikki at verja kvinnurnar, fara politikararnir at leggja uppí. Republikanski senatorurin Susan Collins segði undir hoyringini, at eitt og hvørt kríggj hevur sínar avleiðingar og sín prís, men hesi eiga at koma av stríði við fíggindan og ikki av harðskapi frá sínum egnu.

Seinastu átjan mánaðarnar hava 86 kvinnur, sum starvast hjá amerikanska herinum í Afghanistan og Irak, meldað hermenn fyri neyðtøku. Tað sama hava 12 kvinnur í herflotanum, átta í flogvápninum og seks í herflotadeildunum gjørt.

Tær neyðtiknu kvinnurnar siga, at tær verða alt ov illa vardar ímóti ágangandi hermonnum, og harafturat vísir tað seg, at teir flestu neyðtøkumenninir sleppa undan rættarsókn, siga tær. Hetta stríðir greitt ímóti vanligari amerikanskari rættaruppfatan, har neyðtøka verður mett sum eitt sera álvarssamt lógarbrot, skrivar AP.

Tær neyðtiknu kvinnurnar siga eisini, at ofta eru tað tær, sum verða revsaðar, og at tær í flestu førum noyðast at halda fram at arbeiða saman við monnunum, sum hava neyðtikið tær.