Tað var eitt tipp frá fólki, ið førdi til, at løgreglan í gjárkvøldið kundi handtaka ein 19 ára gamlan mann og skuldseta hann fyri eina neyðtøkuroynd við viðarlundina í Havn.
Eftir at neyðtøkuroyndin var fráboðað, og løgreglan ynskti at hoyra frá fólki, ið høvdu sæð okkurt í hesum sambandi, komu fleiri fráboðanir til løgregluna.
17 ára gamla gentan hevði annars givið eina rættiliga góða lýsing av manninum, sum varð handtikin og hevur verið til avhoyringar síðani.
Av tí at talan er um eitt neyðtøkumál, kannar løgreglan eisini, um talan møguliga kann vera um sama mann, sum áður hevur roynt at gera seg inn á gentur í sama øki, millum annað við Gundadalshøllina og oman fyri SMS.
Hesar avhoyringarnar eru ikki lidnar enn, men hetta er tó ein partur av avhoyringunum, verður upplýst av politistøðini í Havn.
(savnsmynd)