Neyðtóku seks kvinnur

Fleiri menn brutu gjáramorgunin inn í eini gistingarhús í tí væl umtókta ferðaplássinum Acapulco í Meksiko, tóku sjey spanskar ferðamenn og bundu teir og neyðtóku síðani seks spanskar kvinnur.

Myndugleikarnir siga, at menninir gjørdu seg inn á kvinnurnar í tveir tímar, og tá teir fóru haðani, tóku teir fartelefonir, teldur, myndatól og pengar hjá teimum sponsku ferðafólkunum við sær.

Borgarstjórin í Acapulco sigur, at hann er skelkaður av hendingini, og meksikanska uttanríkisráðið sigur, at myndugleikarnir hava sett umfatandi leiting í verk fyri at finna brotsmenninar, so teir kunnu verða revsaðir.