Neyðtóku fangar í Abu Ghraib

Ein loynilig frágreiðing vísir, at amerikanskir vaktarmenn neyðtóku irakskar menn og kvinnur í Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad Barrack Obama, forseti, sýtir fyri at almannakunngera myndir, sum sambært einum bretskum blaði vísa, at amerikanskir hermenn neyðtóku irakskar fangar - bæði menn og kvinnur - í tí tiltikna fongslinum Abu Ghraib.

Blaðið Daily Telegraph hevur tosað við ein fyrrverandi amerikanskan general, sum hevur skrivað eina frágreiðing um tað, sum fór fram í fongslinum.

Generalurin, Antonio Taguba, sigur, at innihaldið í frágreiðingini er verri enn tað, sum higartil er komið fram um viðferðina, sum fangarnir í Abu Ghraib fingu frá amerikonsku vaktarmonnunum.