Í gjár skrivaði Sosialurin um fýra politimeldingar, sum eru komnar síðani mars í ár. Tær fýra kvinnurnar, sum hava meldað til løgregluna halda, at tær eru rúsaðar og síðani neyðtiknar í býnum. Enn kann løgreglan ikki prógva hetta, men Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at tað er løgið, at løgreglan fær so nógvar fráboðanir um hetta innan so stutta tíð.
Tí heitur Hildur Hentze nú á aðrar kvinnur, ið halda seg hava upplivað tað sama, um at seta seg í samband við løgregluna beinanvegin.
- Tað er týdningarmikið, at vit fáa tikið royndir so skjótt sum gjørligt. Eg skilji væl, at tað kann vera sárt og torført at viðganga fyri sær sjálvum, hvat møguliga er hent, men kortini er týdningarmikið, at venda sær til løgregluna. Jú skjótari royndir verða tiknar, jú betri verður kanningararbeiðið, sigur hon.
Hon greiðir frá, at tá kvinnurnar venda sær til løgregluna, verða tær tiknar út á Landssjúkrahúsið, har læknar taka blóð-, land- og hárroyndir av teimum. Nakrar mánaðir seinni skulu nýggjar royndir takast til samanberingar, greiðir hon frá.
- Tað er tíverri ein trupulleiki, at kvinnurnar ofta ganga og ivast í eitt døgn ella meiri, áðrenn tær koma til okkara, men tá eru sporini eftir evnunum longu burtur, burtsæð frá kanska í hárinum, sigur hon.
Les meira um hesi mál í Sosialinum, sum er í handlunum nú.