Í Avstralia hevur ein 29 ára gamal maður viðgingið, at hann neyðtók tvær kvinnur á einum ellisheimi Tann 29 ára gamli, sum er úr býnum Melbourne, viðgekk í rættinum, at hann neyðtók tvær kvinnur á einum ellisheimi. Í august í fjør neyðtók hann aðra kvinnuna tvær ferðir, og í mai í ár neyðtók hann hina kvinnuna á sama ellisheimi.
Maðurin er skuldsettur fyri 19 ymisk brotsverk. Eitt nú hevur hann víst seg naknan fyri ungum gentum.