Eitt flogfar hjá British Airways fór skeivt og bar við jørðina, áðrenn tað kom inn yvir lendingarbreytina -Vit kunnu vátta, at eitt flogfar hjá British Airways hevur neyðlent, og at ferðafólkini eru fingin út í øllum góðum, sigur ein talskvinna hjá bretsku loftferðslumyndugleikunum.
Tíðindastovurnar skriva, at flogfarið, sum kom úr Beijing, bar við jørðina, áðrenn tað kom inn yvir lendingarbreytina. Tá flogfarið steðgaði, fóru ferðafólkini út ígjørnum neyðdyrnar.
Sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar vórðu alt fyri eitt sendir út á vøllin, men tað vísti seg, at trý fólk høvdu fingið smávegis snuddir.