Neyðarróp frá tveimum kvinnum

“Vit standa úti á gøtuni skjótt”. Hesi vóru neyðarrópini hjá 2 arbeiðsleysum kvinnum í 40’unum í sambandi við, at lógin um forsorgarhjálp verður broytt 1. januar 2013. Kvinnurnar løgdu sína kostnaðarætlan fram fyri meg - ávikavíst í verandi støðu og eftir 1. januar, tá ið lógin um forsorgarhjálp verður broytt. Hetta er liður í einum sonevndum "pakka við arbeiðsfremjandi tiltøkum", sum samgongan hevur sett í verk. Hetta merkir i stuttum, at forsorgarhjálpin eftir 1. januar verður skattað.

Kvinna A:
Sonurin júst fyltur 18 ár og er fluttur í kamar, t.v.s. hon hevur júst mist stuðulin til einligar forsyrgjarar, sum var einar 1600 krónur um ársfjórðingin, umframt 1000 krónur um mánaðin í barnapengum frá pápanum.

Hennara kostnaðarætlan í dag sær soleiðis út:
Inntøka: Forsorg 10200
Útreiðslur: Húsaleiga (við olju) 6000, SEV 700, KVF 300, trygging 200, internet 500, medisin 200, telefon 300
Útreiðslur tilsamans: 8200.
Eftir til mat og klæði: 2000 um mánaðin

Kostnaðarætlan eftir, at broytingin í forsorgarlógini kemur í gildi 1. januar 2013:
Inntøka: Forsorg 10248 – skatt 2618 = 7630
Útreiðslur tilsamans: 8200.
Eftir til mat og klæði: -570 um mánaðin – altso negativt (!)

Kvinna B:
Dótturin vorðin yvir 18 ár, og tískil fær hon onki fyri hana. Kostnaðarætlanin hjá henni sær soleiðis út í dag:

Inntøka: Forsorg 10200
Útreiðslur: Húsaleiga 5147, SEV 600, KVF 300, telefon 400, lán 1000, medisin 300, leasing av sjónvarpi 250.
Útreiðslur tilsamans: 7997.
Eftir til mat og klæði: 2203 um mánaðin

Fíggjarætlan eftir, at broytingin í forsorgarlógini kemur í gildi 1. januar 2013:
Inntøka: Forsorg 10248 – skatt 2618 = 7630
Útreiðslur tilsamans: 7997
Eftir til mat og klæði: -367 um mánaðin – altso negativt (!)

Hesar báðar kvinnur eru stakar uttan forsyrgjaraplikt. Hetta er ein samfelagsbólkur, sum fullkomiliga dettur niður ímillum við lógarbroytingini. Samgongan kallar hetta ”arbeiðsfremjandi tiltøk” - púra uttan, at fleiri arbeiðspláss eru skapað. Gevur hetta meining? NEI! Um tað skapar ein stóran samfelagstrupulleika á tann hátt, at vit fara at síggja fleiri heimleys fólk í havnargøtum? JA! Flatskatturin gav teimum ríku pengar, tey ikki høvdu brúk fyri - og nú tekur samgongan pengar frá teimum fátæku, sum hava teir fyri neyðini.

Hvat kann kommunan gera?
Um vit vilja tað ella ei, so verður hendan lógarbroyting ein stórur samfelagstrupulleiki. Støk fólk uttan forsyrgjaraplikt fara ikki at hava ráð at hava tak yvir høvdið. Uml 6000 krónur fyri innivist um mánaðin við ljós og hita er tað bíligasta, man kann finna i Havn. Tórshavnar Kommuna hevur, sum er, ikki nakað bíligari at bjóda - her er snøgt sagt onki, og tað er for galið. Alt meðan borgarstjórin tekur upp í saman "vit fremja úrslit", tá ið jú ongin úrslit innan bústaðarøkið, hetta týdningarmikla kommunala øki, eru at vísa á. Nøktandi bústaðarviðurskifti eigur einhvør modernað kommuna at hava - og tað hevur Tórshavnar Kommuna ikki! Men hesar báðar umrøddu kvinnurnar, og ikki bara tær, men fleiri við teimum, hava tørv á hjálp her og nú. So inntil vídari, til vit hava fingið bygt bíligar kommunalar leiguíbúðir, so mugu hesi fólk onkursvegna fáa hjálp frá tí almenna. Ein loysn kundi verið íbúðarstuðul (boligsikring). Vit mugu finna uppá okkurt, og tað skjótt.

X-bústaðir, X-hjartað á røttum stað, X-Leivur Thomsen, ein samvitskufullur politikkari, listi E
Les meira her: www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar