Valstríðið til løgtingið er byrjað. Løgmaður skjeyt startskotið, tá hann í farnu viku gjørdi av at avlýsa yvirtøku av flogvøllinum. Í ÚF fekk løgmaður tað at ljóða sum eina náttúrliga reaktión uppá úttalilsi hjá donskum embætismanni á flogvøllinum, ið metti, at fullveldisgongdin hevði steðgað útbygging av flogvøllinum.
Ein margháttlig reaktión/yvirreaktión frá løgmanni, tí hvussu kann løgmaður stegða einum máli, ið hansara flokkur hevur lagt so stóra orku í at fáa loyst ? bara út frá úttalilsi frá embætismanni! Einki nýtt var í hansara orðum. Tey eru søgd fyrr av sama manni. Tá fór løgmaður ikki upp á bakbeinini, kanska tí tað ikki var so neyðugt sum nú, har flokkurin stendur til at missa mannin í Vágoynni. Vit siga ikki, at løgmaður á henda hátt misbrúkar sín sess, men vit seta tó spurningin, hvussu tað ber til, at hann reagerar eftir fólkatingsvalið, tá hann kundi gjørt tað fyri langari tíð síðani?
Hyggja vit at valúrslitinum í Vágum, er greitt, at valdømið er ein av Akilleshælunum hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið. Beint ímóti øllum metingum fekk flokkurin ein dyggan frammaná í tí valdømi hann sigur seg hava gjørt so nógv fyri. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt J. Niclasen taka sær æruna av tunlinum, og nú eisini flutt Skipaeftirlitið í oynna. Aftrat hesum hava partamenn hansara arbeitt við at fáa flogvøllin á føroyskar hendur. Samanumtikið - skuldi man trúð - ein idell støða hjá flokki at vinna sær sess aftur. Men gakk ? Sambandið fór við stórum parti av atkvøðunum.
Fólkaflokkurin hevur fingið at merkja, hvat tað vil siga, fyrst at spæla út sum loysingarflokk fyri síðani at trekkja í land aftur. Í fyrsta lagi hevur hann stygt sínar sambandshugaðu veljarar, og teir eru ikki so fáir í Vágum, og í øðrum lagi hevur hann fingið øði í sínar fullveldissinnaðu veljarar, ið eru rýmdir í Tjóðveldisflokkin. Ein ring støða hjá einum flokki at vera í. Og tað kann vera tí, at løgmaður nú roynir at bjarga stumparnar. Men tað er eingin løtt uppgáva, tí hvat hann enn fyritekur sær, missir hann antin til Sambandið ella til Tjóðveldið. Læran hjá flokkinum átti at verið ikki at lata seg »lumpa« út á djúpt vatn, tí tá melda sambandshugaðu veljarar floksins frá. Løgmaður hevur síðani roynt at geva fólki fatan av, at hann er sinnaður fyri tí loysn Javnaðarflokkurin hevur staðið fyri. Men so hendi tað margháttliga, at Óli Breckmann á landsfundi í Klaksvík meldar katastrofalt út, at Tjóðveldisflokkurin er mest sannlíki samstarvspartnarin eftir eitt løgtingsval. Og Óli, ið øll kenna sum fødda taktikaran. Pladask. Verri men tó ærligari kundi tað ikki verið sagt.
Um hetta seinasta »trekk« løgmans kann bjarga manninum í Vágum fáa vit at síggja. Men tá má flokkurin fyrst eta í seg aftur samtyktina um samstarv við Tjóðveldisflokkin. Og væl tað. Alternativið kann gerast, at verandi samgonguflokkar gerast ov stuttir.










