Tey eru ónøgd. Og tey eru vónbrotin. Rói Patursson, formaður í Mentunargrunni Landsins, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, formaður í Rithøvundafelagnum, Jenny Petersen, forkvinna á Tjóðpalli Føroya, og Carl Johan Jensen, rithøvundur og limur í umboðsráðnum í Listafólkasambandi Føroya (LISA).
Og kanónin verður vend ímóti føroyskum politikarum, sum sambært teimum fýra hava slept føroyskum listafólki upp á fjall. Fyri summi er talan um líkasælu. Fyri onnur um ein tilvitaðan politikk.
Tilvitað kúgan
Fyrst og fremst eru tey fýra samd um, at alt ov lítið av peningi verður játtaður. Mentunargrunnurin fær 5,6 milliónir á fíggjarlógini árliga, og Tjóðpallurin fær 3,2 milliónir. Rói Patursson sigur, at játtanin til Mentunargrunnin minst skal tvífaldast, um hann bert skal megna at nøkta eftirspurningin hjá “teimum kvalifiseraðu umsøkjarunum”, sum hann málber seg. Tað eru tey listafólkini, sum eru etablerað og hava staðfest sítt virði. Jenny Petersen á Tjóðpallinum sigur, at hon brýtur lógina fyri Tjóðpallin hvønn tann einasta dag, tí hon við síni játtan als ikki megnar at liva upp til krøvini í lógini.
Formaðurin í Rithøvundafelagnum, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, metir, at føroyskir politikarar als ikki hava áhuga í eini frælsari list í Føroyum.
- Tað besta kontrollið er at lata vera við at játta tann neyðuga peningin. Vit hava áður sæð, t.d. í sambandi við sjónleikin Ginusøgur, hvør hugburður valdar millum føroyskar politikarar. Og eftirhondini er trupult at koma til aðra niðurstøðu enn hana, at føroyskir politikarar eru ræddir fyri tí fríu listini, sum í síni náttúru er avbjóðandi og flytur mørk. Teir ynskja ikki eitt virkið mentunarlív, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum.
Jenny á Tjóðpallinum sigur, at við avmarkaðu upphæddunum megnar politiski myndugleikin at spæla listafólkini upp ímóti hvørjum øðrum.
- Tá peningurin er so lítil, roynir hvør at sæta sær sum frægast, og so kemur skjótt split í. Á hendan hátt halda politikararnir øllum niðri. Heldur hetta fram, fer tað listarliga umhvørvið at líkjast eini oyðimørk, sigur Jenny Petersen.
Eingin politikkur
Carl Johan Jensen, rithøvundur og virkin í LISA, peikar á himmalrópandi líkasælu.
- Politikkurin er, at tað ikki skal vera nakar politikkur. Vit hava jú ongan orðaðan mentunarpolitikk í Føroyum, og tí liggur øll ábyrgdin og alt virksemi hjá teimum einstaklingum, sum hóast umstøðurnar royna at virka sum listafólk, meðan politiski myndugleikin liggur í fasta svøvni, sigur Carl Johan.
Og Rói Patursson saknar eitt grundleggjandi kjak um, hvat vit í roynd og veru vilja við føroyskari list og mentan.
- Vit síggja alskyns góð initiativ frá okkara listafólki, men ongan respons frá politiska myndugleikanum. Okkum vantar eitt politiskt kjak um, hvørt vit yvirhøvur skulu hava ein almennan føroyskan mentunarpolitikk. Tí eftirhondini tykist tað ikki so sjálvsagt, at politikarar halda seg hava ábyrgdina av einum góðum listarligum umhvørvi, metir formaðurin í Mentunargrunninum.
Lesið niðanfyri neyðarrópini frá fýra føroyingum, sum vara av føroyskari mentan, og sum uppliva, at teirra starvsøki framvegis er eitt forfjónað leysingabarn í føroyskum politikki.









