Newcastle vil hava Venables

Eftir øllum at døma verður tað Terry Venables, sum skal taka yvir í Newcastle, sum enn eina ferð liggur í botni við kreppu á síðulinjuni

Fótbóltur

 

Krøvini og vónirnar til ein venjara í Newcastle eru altíð stór. Men tað er kortini rættilgia sjáldan, at nakar av venjarunum veruliga hevur livað upp til stóru vónirnar. Eisini hóast leiðslan í felagnum ikki hevur verið pírin við pengum til spælarakeyp.

Eftir at Kevin Keegan herfyri fór frá sum venjari hjá felagnum, hevur nógv verið gitt um, hvør nýggi maðurin í sessinum verður.

Eitt skifti tóktist fyrrverandi skarrættarin, Alan Shearer, at vera besta boðið, men nú verður váttað, at felagið er í samráðingum við Terry Venables.

Og Venables er ikki hvør sum helst í enskum fótbólti. Hann ikki hevur kanska verið heilt so aktivur, síðani hann í 1996 leiddi Ongland til fjórðingsfinaluna í EM-kappingini, og síðani leiddi australska landsliðið í tvey ár. Men hann hevur verið brúktur sum kreppuloysn hjá Crystal Palace, Middlesbrough og Leeds United, umframt at hann var partur av venjaratoyminum kring Steve McLaren, tá hesin var landsliðsvenjari. Og hann var eisini millum evnini, tá Newcastle fyri fýra árum síðani skuldi finna avloysaran fyri Bobby Robson.

Sambært enskum miðlum, so váttar Venables, at hann og Newcastle í gjár tosaðu saman, og at partarnir aftur hittast í dag.

Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at fótbóltshýruruin í Newcastle er heilt í botni í løtuni. Í gjárkvøldið tapti Newcastle 2-1 á heimavølli móti Tottenham í Carling Cup, og her vóru bara 20.577 áskoðarar. Hetta er lægsta áskoðaratalið, síðani St. James’s Park varð víðkað til at taka fleiri enn 52.000 áskoðarar.