Enska felagið Newcastle er sinnað at keypa liðformannin hjá skotska felagnum Celtic. Tað skrivar Sunday Mail. Blaðið vil verða við, at Newcastle í løtuni samráðist við Celtic um at keypa Stephen McManus. Roknað verður við, at McManus fer at kosta umelið 35 milliónir krónur at keypa leysan úr Celtic.