Newcastle valdi Keegan

Tað verður 56 ára gamli Kevin Keegan, sum framyvir skal venja Newcastle

Hetta kunngjørdi felagið í gjár. Leitað hevur verið eftir avloysara fyri Sam Allardyce, sum fekk sekkin herfyri. Kevin Keegan er ein høgt virðismettur venjari, og hevur m.a. bæði leikt á enska landsliðnum, og verið venjari hjá tí í tíðarskeiðnum 1999 til 2000. Fram til 2005 var hann venjari hjá Manchester City, og eftir at hava gingið arbeiðsleysur síðan tá, er hann nú aftur venjari, - hesaferð hjá Newcastle, sum skal lyfta seg av einum vónbrótandi 11. plássi í Premier League.