Ein bólkur av íleggjarum úr Singapore sigst vera til reiðar at keypa Newcastle, sum í ár flutti niður úr ensku Premier League. Mike Ashley, sum hevur átt meirilutan í felagnum, hevur sett felagið á sølulistan, og nú ljóðar, at tað mest sannlíkt verður úr Singapore, at nýggju eigararnir koma. Fyrrverandi enski landsliðsspælarin, Steve McMahon, stendur á odda fyri samtakinum, verður skrivað í enskum miðlum.