Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum allan dystin, tá eykaliðið hjá Newcastle í dag tapti 4-0 móti einum sterkum Everton liðið. Til komandi dystin hjá eykaliðnum hjá Newcastle verða fleiri føroyingar millum áskoðararnar.
Annan dystin á rað fekk toftamaður í Newcastle fulla spæltíð á eykaliðnum, men heldur ikki hesa ferð varð úrslitið nakað at reypa av. Newcaslte tók á heimavølli móti teimum næstbestu hjá Everton. Venjarin hjá Premier League liðnum hjá Newcastle, Alan Pardew, var millm áskoðararnar.
Newcastle stillaði upp við einum ungum liðið, sum tó taldi italiumannin David Santon. Everton hevði leikrar sum Ross Barkley, Apostolos Vellios og Magaye Gueye, sum allir hava snoddað til besta liðið hjá Everton.
Um miðjan fyrra hálvleik hevði Jóan Símun eina roynd móti Everton málinum, men verjan stóð fyri. Løtu seinni kom Everton á odda og tá farið var til hálvleiks var støðan 2-0 til gestirnar.
Føroyski landsliðsframherjin var líka við at stúta eitt David Santon innlegg í mál tíðliga í seinna hálvleiki, men toftamaðurin megnaði akkurát ikki at fáa høvdið orduliga á bóltin. Móti endanum av dystinum økti Everton til bæði 3-0 og 4-0.
Í komandi viku spælir liðið í lokalu steypakappingini móti amatørliðnum Ashington og sum skilst, so verða fleiri føroyingar millum áskoðararnar til tann dystin, tí Norrøna liggur við kaj meðan dysturin er. Tað er árligi jólatúrurin, sum er á skránni.
(Myndin er frá heimasíðuni hjá Newcastle. Jóan Símun sæst niðast til vinstru við sínum ljósa hári)










