Newcastle boðar í dag frá, at felagið hevur keypt liðskiparan hjá Ajax Amsterdam, Siem De Jong.
Tað er mett, at Newcastle betalir umleið 56 milliónir krónur fyri hollendska leikaran.
25 ára gamli Siem De Jong hevur spælt á besta liðnum hjá Ajax síðani 2007. Hann hevur leikt umleið 250 dystir fyri besta liðið hjá Ajax, har hann hevur skotið 78 mál. Harafturat hevur hann leikt 6 dystir á hollendska landsliðnum. Siem De Jong er tó ikki millum teir hollendsku leikararnar, ið umboða Holland til HM endaspælið í Brasil í hesum døgum.
Siem De Jong er offensivur miðvallarleikari. Í onkrum einstøkum dystum hevur hann eisini leikt sum áleypari hjá Ajax Amsterdam.
Avtalan millum Siem De Jong og Newcastle er galdandi í 6 ár fram.