Newcastle hevur funnið sín áleypara

Premier League: Tað hava verið stór nøvn uppi at venda, men tað endar við einum 30 ára gomlum áleypara úr Burnley

Newcastle verður í løtuni rópt heimsins ríkasta fótbóltsfelag, eftir at royala familjan í Saudiarabia hevur keypt felagið. Fyrsta keypið bleiv enski landsliðsspælarin, Kieran Trippier, sum kom til úr spanska Atletico Madrid.

 

Síðani hevur Newcastle leitað eftir einum áleypara. Millum nøvnini hava verið stórspælandi Dušan Vlahović úr Fiorentina, Divock Origi úr Liverpool, Anthony Martial úr Manchester United, Pierre-Emerick Aubameyang, ið er útifrystur í Arsenal í løtuni og svenski Aleksander Isak úr Real Sociedad.

 

Hóast Newcastle hevur nógvar pengar, so tykist tað verða torført at fáa stóru nøvnini at flyta til norðurongland, og dagarnir, tá menn sum Les Ferdinand, David Ginola, Faustino Asprilla og ikki minst Alan Shearer tímdu at búgva í Newcastle, eru fyribils taldir.

 

Í dag skriva enski miðlar, at tað verður Chris Wood, ið verður nýggjur áleypari í felagnum. 30 ára gamli áleyparin hevur seinnu árini spælt við Burnley, sum í ár er í harðari kapping við Newcastle um at yvirliva í Premier League.

 

Tí er tað ikki við góðum vilja, at Burnley má lata áleyparan fara til kappingarneytarnar, men Newcastle hevur bjóðað so mikið, at keypsátekningin í sáttmálanum verður útloyst, skriva enskir miðlar í dag.