Newcastle hevur fingið nýggjan venjara

Norðurenska stórfelagið hevur endiliga funnið avloysara fyri Rafael Benitez

Nýggjur venjari hjá Newcastle er 58 ára gamli Steve Bruce, sum fyrr í hesi vikuni fór frá sum venjari hjá Sheffield Wednesday.

Steve Bruce hevur gjørt eitt gott arbeiði í fleiri av feløgunum, hann hevur verið venjari hjá. Seinasta kappingarárið hjá honum við Sheffield Wednesday í næsbestu ensku deildini gekk tó ikki eftir vild. Steve Bruce megnaði bert at føra Sheffield Wednesday til eitt tólvta pláss í Championship, sum er heitið á næstbestu ensku deildini.

Newcastle er uttan iva størsta avbjóðingin, sum Steve Bruce hevur havt sum venjari, og hópurin er ikki í góðum standi. Newcastle hevur mist tveir av sínum bestu málskjúttum, og enn er ongin avloysari komin inn fyri teir.

Rafael Benitez megnaði at fáa tað besta sum møguligt burturúr Newcastle hópinum, og at fylgja honum eftir verður ein trupul, men spennandi uppgáva.

Steve Bruce hevur eisini havt framúr yrkisleið, sum leikari fyri eitt nú Manchester United. Steve Bruce hevur verið venjari í 20 ár, og liðini hann hevur vant, kunnu øll síggjast HER