New York Times: Bók um Trump sum tropiskur stormur

Fyrrverandi fjøliðlastjórin hjá George W. Bush: Havi ongantíð trú uppá, at Woodward uppfinnur sitat.

 

Fyrrverandi fjøliðlastjórin hjá George W. Bush: Havi ongantíð trú uppá, at Woodward uppfinnur sitat.

 

Ein nýggj avdúkandi bók um Donald Trum í Hvítu húsunum tykst at vátta frágreiðingar um, at sinnalagið hjá amerikanska forsetanum er lúnut og sera sveiggjandi.

 

Tað er ein journalistur, sum var við til at kroysta Richard Nixon frá sum forseta í 1974, sum er maðurin handan bókina.

 

Bókin »Ótti: Trump í Hvítu Húsunum«, sum Washington Post-journalisturin Bob Woodward kemur alment út um eina viku. Men hon hevur longu skapt nógvar yvirskriftir í amerikanskum miðlum, og í gjár lá hon ovast á bestseljaralistanum hjá Amazon.

 

The New York Times skrivar í ummæli, at bókin hevur ein høvuðsboðskap: »Amerikanski forsetin lýgur fyri eitt gott orð.

 

– Eg hevði ynskt mær, at tað var meira samanhangar, meira eldhugi og eitt sindur av speisemi eisini í bókin og ein einklari søga. Woodward er eisini í eini serliga støðu at samanbera Trump og Nixon. Men tað er ikki málið hjá honum, skrivar ummælararin og leggur afturat:

 

– Bókin »Ótti« er sum seintur tropiskur stormur – ikki ein ódn. Man vendur síðunum, og Woodward undirbyggir og levarar tað, sum hann lovaði í heitinum á bókini.

 

Í bókini verða núverandi og fyrrverandi starvsfólk hjá Trump endurgivin fyri, at tey ivast í dømingarevnunum hjá forsetanum, og nøkur umrøða hann sum »idiot« og »lygnara«.

 

Onnur siga, at tey hava tikið pappír av skrivaraborðinu hjá honum fyri at forða honum í at taka USA úr ymsum handilsavtalum.

 

Trump vísir øllum í bókini aftur, og hann sigur, at Woodward roynir at føra almenningin handan ljósið.

 

Forsetin sigur, at verjumálaráðharrin, Jim Mattis, og stabsstjórin, John Kelly, avsanna at hava sagt taðs um teir eru endurgivnir fyri at siga í bókini.

 

Ein stórur partur av bókin er grundaður á dulnevndar keldur, og fleiri av starvsfólkunum hjá Trump siga seg undrast á, at nógv av teimum, sum standa forsetanum nær, skulu hava avdúka pínligar søgur um forsetan yvir fyri Woodward.

 

Fyrrverandi miðlastjórin hjá George W. Bush, Ari Fleische, verjir mátan hjá Woodward í einum tweeti:

 

– Eg havi roynt at verið nevndur í eini bók hjá Bob Woodward. Tað vóru endurtøkur, sum mær ikki dámdi. Men ongantíð – ikki eina ta einastu ferð – havi eg hildið, at tað var naka, sum Woodward fann uppá.

 

/ritzau/AP