Finaludysturin í amerikonsku NFL-kappingini varð spældur í gjárkvøldið, og her eydnaðist tað New Orleans Saints at vinna 31-17 móti Indianapolis Colts. Peyton Manning, sum spælir quarterback fyri Colts, legði annars bragdliga fyri, men heldur ikki hann megnaði at halda støðið, og sum dysturin leið, tóku Saints alt meira yvir í dystinum, sum endaði við tryggum sigri.