Í gjár vóru fimm ár, síðani ódnin Katrina legði umleið 80 prosent av amerikanska býnum New Orleans undir sjógv og vatn, og umleið 1.500 fólk doyðu. Á fimm ára degnum var Barack Obama, forseti, í New Orleans, og í einari røðu har lovaði hann, at hansara stjórn fer at endurbyggja býin. Samstundis hartaði hann stjórnina, sum tá var, fyri at hava drálað alt ov leingi við at veita fólkinum í býnum hjálp.
Hóast fleiri milliardir dollarar eru brúktir síðani ódnina, liggja fleiri býarpartar framvegis oydnir. Har er einki umvælt, og tey, sum búðu har, men noyddust at flýggja undan ódnini, eru ikki komin aftur.
Katrina herjaði ikki bara New Orleans, men eitt stórt øki við amerikonsku suðurstrondina. 1,4 millión fólk rýmdu, áðrenn ódnin bar við land.