-Hetta kann vera aldarinnar ódn. Hetta er vandamikið, og tey, sum ikki taka ávaringar okkara í álvara og flýggja, kunnu enda í fongsli.
Hóttanin kom frá borgarstjóranum í New Orleans, Ray Nagin, og hann veit, hvat hann tosar. Hann var eisini borgarstjóri, tá ódnin Katrina herjaði New Orleans fyri trimum árum síðani. Ta ferðina tóku hvørki myndugleikarnir ella fólkið støðuna í nóg stórum álvara við tí úrsliti, at umleið 1.800 fólk doyðu.
Hesaferð hava fólk í New Orleans og aðrastaðmi fram við amerikonsku suðurstrondini tikið ávaringarnar í álvara. Myndugleikarnir siga, at umleið tvær milliónir fólk eru flýdd undan ódnini. Tíðindafólk í New Orleans siga, at umleið 300.000 fólk eru flýdd úr býnum, og at gøturnar eru at kalla tómar. Tey nógvu plátukløddu vindeyguni boða frá, hví fólk eru farin, og hvat tey vænta. Longu í gjárkvøldið gjørdist luftin yvir New Orleans ógvuliga dimm, og tað hendi so brádliga, at onkur evropeiskur tíðindamaður, sum var í býnum, segði seg ongantíð hava upplivað slíkt áður.
Amerikanski veðurstovnurin segði í morgun, at Gustav verður helst minst líka ring sum Katrina. Veðurmenninir vænta, at Gustav kemur inn yvir land einar 150 kilometrar vestan fyri New Orleans, men teir ávara samstundis sum, at slíkar ódnir broyta ofta kós.
Vænta flóðaldu
Fyri trimum árum síðani legði Katrina tað mesta av New Orloeans undir í sjógvi, og amerikonsku veðurmenninir siga, at tað sama kann henda hesaferð. Summar metingar siga, at Gustav kann hava eina fýra metrar høga fkóðaldu við sær. Tí er stórur vandi fyri, at byrgingarnar við New Orleans fara, og at sjógvur fer at floyma inn yvir býin og láglendið har um vegir.
Tað er eisini tí, at myndugleikarnir hava biðið fólk fara úr býnum. Í morgun varð mett, at umleið 95 prosent av teimum 300.000 íbúgvunum í New Orleans hava gjørt eftir boðunum.
George W. Bush, forseti, sum stóð fyri skotum orsakað av vantandi hjálpararbeiði í sambandi við Katrinu, er farin til Texas, so hann kann vera nærri vanlukkuøkinum. Hann hevur eisini avlýst sína luttøku á uppstillingarfundinum hjá republikanska flokkinum, har hann eftir ætlanini skuldi halda røðu í dag. Tað hevur verið nevnt, at republikanararnir fara kanska at avlýsa uppstillingarfundin orsakað av Gustav.