Tey tólv fólkini, sum skulu døma, fóru fyri trimum korterum síðan í einrúm fyri at taka støðu til, um teir báðir litavarnir eru sekir ella ei Antin í dag ella í morgun verður punktum sett í sonevnda BMW-málinum, sum eitt nevningating í seinastu viku fór undir at viðgera.
Málið snýr seg um, at tveir ungir litavar komu til Føroya í einum bili. Stór nøgd av hørðum rúsevnum vórðu funnin í bilinum, men menninir søgdu seg einki kenna til rúsevnini.
Nú er málið komið hartil, at nevningarnir skulu taka støðu til, um menninir vistu ella áttu at vitað, at rúsevnini vóru í bilinum, og um menninir eru sekir ella ikki.
Nevningarnir avgera einsamallir, um menninir skulu dømast. Minst átta av tólv nevningum skulu atkvøða fyri tí, um menninir skulu dømast.
Ikki er greitt, nær í dag tann avgerðin fellur.
Koma nevningarnir til tað úrslit, at menninir skulu dømast, skulu nevningarnir saman við juridiska dómaranum áseta revsingina.










