Nevndin í SU aftur fullmannað

Aðalfundur hevur verið í Sosialistisk Ung, aftaná at fyrrverandi forkvinna við øðrum rýmdi úr felagnum.

Sosialistisk Ung, ið er ungmannafelagið tengt at Javnaðarflokkinum, hevur havt aðalfund, har ein nýggj nevnd varð vald. 


Á aðalfundinum vórðu tvær kvinnur og fimm menn vald í nevndina. Hesi sita í nýggju nevndini:


Barbara Gaardlykke Apol, Barbara Eysturoy, Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, Hákun Skoubo Dalsgaard, Magnus Høgenni, Rói Dam Dalsgarð og Vølundur Lognberg.


Ungmannafelagið kom veruliga í sjóneyka tá nýggj samgonga varð skipað. Dagin eftir, at móttøka hevði verið í Tinganesi fyri nýggju landsstýrisfólkunum boðaði forkvinna og fleiri aðrir limir frá, at tey meldaðu seg úr Javnaðarflokkinum og harvið eisini SU.


Sostatt stóð felagið alt fyri eitt uttan forkvinnu, men trupulleikin var ikki størri enn so, at aðalfundur skuldi óansæð vera síðst í september.