nfoTRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2 gjørdi við næstformannin í B36, Sámal Ímundarsson ein lítlan tíma aftaná endurvunna meistaraheiti var komið í hús.
Sámal og hini í nevndini í B36 stórfegnast um, at málið er rokkið, og B36 hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð endurvunnið FM.
Sámal vil ikki draga nakran einstakling fram, men slær fast, at allur hópurin hjá B36, leikararnir, venjarin, liðleiðarar og hjálparfólk hjá effodeildshópinum eiga øll lut í stóra sigrinum.
Sámal og hini í nevndini hava nú fingið blóð á tánna, og eingin ivi er um, at nú verður farið eftir einum "hattricki", so B36 kann gerast FM-vinnari trý ár á rað.