Nevndin heldur fram

Hon varð ikki liðug fyrsta mei, sum lógin segði, men fundur verður aftur fríggjadagin

 

Áki Bertholdsen


Nevndin, sum varð sett at áseta lønina hjá skiparanum og stýrimonnunum á nýggja vaktarskipinum, Brimli, er ikki liðug enn.

Annars skuldi hon verið liðug týsdagin eftir lógini, sum Løgtingið samtykti, men tað eydnaðist so ikki.

Tað var eftir at royndir í seks mánaðir at finna eina samráðingloysn vóru miseydnaðar, at Løgtingið samtykti at ein nevnd skuldi setast at áseta lønina hjá skiparanum og stýrimonnunum.

Í nevndini vóru fýra umboð, tvey fyri Fíggjarmálastýrið og tvey umboð fyri Skipara- og Navigatørfelagið.

Nevndin skuldi vera liðug 1. mai. Varð hon ikki tað, skuldi uppmaður veljast at skera ígjøgnum.

Í nevndini sita Trygvi Jacobsen, sjómansskúlalærari og lógfrøðingur og Páll Nielsen, lógfrøðingur, fyri fyri Skipara- og Navigatørfelagið og Tummas Magnussen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, og Jógvan Ellefsen, lógfrøðingur, fyri Fíggjarmálastýrið .

Ellintur Abrahamsen sigur, at hóast nevndin ikki er liðug, veit hann onki um, at ætlanin er at velja uppmann.

Hann sigur, at nevndin skal hava fund aftur fríggjadagin og kanska verður uppmaðurin valdur tá.