Nevndarformaðurin í Atlantic Airways er sannførdur um, at nevndin gjørdi sinki skeivt, tá hon keypti partabrøvini frá leiðslu felagsins Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways, heldur lítið um tað, sum tveir danskir serfrøðingar hava sagt um avgerðina hjá nevndini at keypa partabrøvini frá leiðsluni í flogfelagnum.
Caspar Rose, professari, og Morten W. Lange, búskaparfrøðingur, hava sagt við Kringvarpið, at nevndin fór út um lógina, tá hon keypti partabrøvini.
Christian Andreasen sigur við Kringvarpið, at tað er óseriøst, at tveir danskir serfrøðingar gera viðmerkingar um eitt mál, sum teir ikki kenna, og sum teir ikki hava tosað við nevndina í Atlantic Airways um.
Aðalfundur verður í Atlantsflogi 19. mars.