- Mangt verður ein spurdur um sum mentamálaráðharri, eru fyrstu orðini hjá Jógvan á Lakjuni, tá viðmerkingar skulu fáast frá honum um ølsøluna í Føroyahúsinum, sum Restorff´s Bryggjarí ikki sleppur at selja øl í.
- Mær hevði dámt best, um teir als ikki drukku øl, sigur Jógvan á Lakjuni flennandi, áðrenn hann fer yvir í tann meiri álvarsama andan.
Sjálvognarstovnur
Mentamálaráðharrin kastar ljós á ognarviðurskiftini kring Føroyahúsið, sum broytir munandi um støðuna og ákærurnar frá Johan Mortensen.
- Føroyahúsið er ikki ein almennur stovnur, men ein sjálvognarstovnur, sum fær stuðul frá okkum. Tí hevur leiðarin og nevndin í størri mun egnan avgerðarrætt at gera, sum mett verður er best, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann leggur dent á, at alt sjálvandi skal fara rættvíst og regluliga fram, eisini tá tað kemur til sølu í Føroyahúsinum.
- Men eg haldi, at tað er rættari at spyrja umboð í nevndini fyri Føroyahúsið, tí tað er nevndin, sum hevur evsta myndugleikan og varar av húsinum, sigur mentamálaráðharrin at enda.