Nevndin bjargaði Magna

Leiðslan í Atlantsflog bað nevndina í Atlantsflog keypa partabrøv frá leiðsluni í Atlantsflog, so leiðslan í Atlantsflog slapp undan at hugsa um vaksandi rentuútreiðslur av lánunum, ið leiðslan í Atlantsflog hevði tikið fyri at keypa partabrøv í Atlantsflog. Nevndin í Atlantsflog helt hetta vera skilagott, og tí keypti Atlantsflog partabrøv frá leiðsluni í Atlantsflog fyri 10 prosent meira enn marknaðarvirðið á partabrøvunum í Atlantsflog. Tí eigur Atlantsflog í dag 11.111 partabrøv í Atlantsflog, keypt fyri 2,66 milliónir, uttan at Atlantsflog veit, hvat Atlantsflog skal brúka tey til.

Ørkymlandi? So lat okkum spola tíðina aftur til november í fjør. Einskiljingin av føroyska flogfelagnum var loksins veruleiki, fyrsti triðingurin av tjóðarstoltleikanum skuldi seljast. Millum teir tilsamans 1370 íleggjararnar, sum keyptu partabrøv fyri ásetta kursin 261, var ovasta leiðslan í felagnum. Magni Arge keypti 11.494 partabrøv fyri tríggjar milliónir krónur, meðan Marius Davidsen keypti 3486 partabrøv fyri góðar 900.000 krónur. Eisini aðrir, leiðandi persónar í fyritøkuni keyptu partabrøv.

Men gongdin við partabrævinum bleiv eftir øllum at døma ikki, sum leiðslan roknaði við. Fyrsta hálva árið hava handlarnir við partabrøvum verið lutfalsliga fáir, og kursurin er í dag væl lægri enn tá felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum 29. november í fjør. Herfyri spurdi leiðslan nevndina, um hon ikki kundi bera so í bandi, at Atlantsflog sjálvt keypti partabrøvini frá leiðsluni. Nevndin tók av og partarnir samdust um at Atlantsflog skuldi keypa helvtina av øllum partabrøvunum, sum leiðslan eigur í felagnum. Nevndin var enntá í slíkum gávuhýri, at hon legði 10 prosent omaná marknaðarkursin, og keypti tilsamans 11.111 partabrøv fyri kurs-240, hóast kursurin ikki var meira enn 219. Handilin fór fram mikudagin í síðstu viku. Í morgun var kursurin á partabrævinum hjá Atlantic 213.


Privatøkonomi

Tann í leiðsluni, sum keypti allar mest, var Magni Arge. Í samrøðu við Rás2 viðgekk stjórin, at leiðslan hevur gjørt íløgur fyri læntar pengar og nú merkir sviðan av hækkandi rentuútreiðslum:

- Vit eru allir løntakarar, sum hava lænt pengar fyri at keypa partabrøv. Og umstøðurnar fyri at røkja hesi lán eru ikki eins lættar og tær vóru fyri 6-7 mánaðum síðani, tá vit keyptu. Og eg haldi tað vera øðiliga umráðandi at leiðandi medarbeiðarar brúka sína orku til at reka felagið, heldur enn at spekulera uppá rentur, sigur Magni Arge.

Men tá tú nú velir at selja helvtina av tínum partabrøvum í Atlantsflog, so kanst tú ikki trúgva uppá, at tey eru nøkur góð forrætning?

- Jú, eg trúgvi væl uppá, at hetta er ein góð forrætning. Men eg hugsi at man má eisini viðganga tað, at tað er í løtuni við teimum flestu íløgunum soleiðis, at man má hava tálnan kapital aftanfyri.

Men tað er bara gott og væl hálvt ár síðani tú keypti partabrøvini. Hvat er hent?

- Nei, eg vil siga, at tá hevur man so gjørt sær nakrar metingar, uttan at man nakrantíð hevði verið inni í einum børsnoteraðum felagi. Nú hava vit so verið í einum børsnoteraðum felagi, og funnið út av, hvat tað vil siga. Og so er tað sjálvandi eisini tað, at rentuútreiðslurnar eru blivnar øðiliga nógv dýrari, og yvirhøvur tað at kunna røkja lánifíggjaðar íløgur er blivið tyngri.

So tú forkeypti teg fyri hálvum ári síðani?

- Also, tað kann man gott siga, at eg eri betri til at dríva eitt felag enn eg eri til at spekulera í aktium.

So tað er tín privatøkonomi, sum er orsøkin?

- Tað telur alt við í hesum samanhanginum, sigur Magni Arge.


Tilboðið

Tað var sum nevnt leiðslan í Atlantsflog, sum vendi sær til nevndina í felagnum við áheitan um at Atlantsflog keypti partabrøvini, sum leiðslan hálvt ár frammanundan hevði keypt í fyritøkuni. Sambært Christian Andreasen, nevndarformanni, ynsktu fýra leiðandi medarbeiðarar at selja helvtina av sínum partabrøvum. Talan var um teir báðar stjórarnar í felagnum, umframt ovastu, teknisku leiðsluna.

- Úrslitið bleiv, at ein samd nevnd gjørdi av at keypa helvtina av partabrøvunum, sum hesir fýra eiga í Atlantsflog, fyri marknaðarkurs pluss 10 prosent, sigur Christian Andreasen.

Hví bjóðaði nevndin sær til at keypa partabrøvini fyri 10 prosent meira enn marknaðarvirði?

- Also. Vit hava sjálvandi vurderað hetta málið sum eina íløgu fyri felagið. Og vit hava vurderað, at tann kursurin, vit hava keypt fyri, er absolut rímuligur í mun til tað virði, ið felagið hevur.

Men hetta er also 10 prosent hægri enn marknaðarvirði?

- Ja. Men tað er eisini svarandi til ta heimild, sum nevndin hevur.

Men hví hevur nevndin valt at brúka heimildina at keypa egin partabrøv frá leiðandi persónum í fyritøkuni fyri ein prís, sum er 10 prosent hægri enn marknaðarvirði?

- Ja, tað er jú ein “avvejningur” millum tvær interessir. Tú hevur ein seljara og tú hevur ein keypara, og tað er ein forhandlingsspurningur...

Er tað ein góð forrætning fyri Atlantsflog at keypa egin partabrøv frá nøkrum, sum sjálvi eru komin til tykkara og fegin vilja selja, at tit tá bjóða teimum ein yvirkurs upp á 10 prosent?

- Áðrenn tú tekur eina slíka avgerð, so fer tú eisini út og “sonderar terrængið” millum íleggjarar, hvat teir vilja geva fyri partabrøvini. Eg havi sjálvur verið í samband við stórar íleggjarar, sum eru aktionerar frammanundan, sum hava sagt seg vilja keypa partabrøvini frá felagnum til sama kurs, um tað skal vera. Men um nevndin ger tað, tað er so eingin avgerð tikin um tað. Vit hava í hvussu so er tryggjað okkum, at tann kursurin vit hava keypt fyri, í hvussu so er ber, “marknaðarmæssigani sæð.”

Kundi nevndin ikki bara bjóðað leiðsluni marknaðarprís, og so kundi leiðslan annars selt til onnur, um tey vildu bjóða meira?

- Tað kundu vit havt gjørt. Men hetta er gjørt sum ein avtala við leiðsluna, sum eisini inniheldur onnur elementir, harav øll ikki eru almenn. Og so er hetta sum áður nevnt ein forhandlingsspurningur millum seljara og keypara.

Er hetta eitt bonus til leiðsluna í Atlantsflog?

- Nei, tað er... also, sjálvandi kanst tú siga tað óbeinleiðis, at tey 10 prosentini í yvirkursi, sum teir hava fingið, er eitt slag av bonus. Men hetta skal síggjast í ljósinum av, at vit meta, at virðið á partabrævinum er í minsta lagi tann kursin, vit hava keypt fyri. Og eisini er tað soleiðis, at tá tú keypur og selir størri portiónir av partabrøvum í einum felag, so er tað ikki altíð ein spurningur um tann noteraða kursin á partabrævinum, sigur Christian Andreasen.

At talan í øllum føri bleiv um ein sonevndan forhandlingsspurning, váttar Magni Arge:

- Eg vurderi ikki, at eg hevði selt partabrøvini fyri kurs-219, sigur stjórin, tá hann beinleiðis veðrur spurdur um tað.


Eingin ætlan

Vit spurdu nevndarformannin í Atlantsflog, hvat felagið ætlar at gera við tey 11.111 partabrøvini, sum felagið hevur keypt frá leiðsluni í felagnum?

- Tað er ikki nøkur støða tikin til tað enn. Vit koma møguliga at eiga tey í eina tíð. Tað er væl møguligt at vit selja partabrøvini aftur. Og also, tað er nakað, sum nevndin má avgera, tá vit koma til næsta nevndarfund í august mánaða.

Tað vil siga at tit hava keypt 11.111 partabrøv, uttan at vita, hvat tit skulu gera við tey?

- Ja, also... vit hava ikki nakra fasta, lidna ætlan um, hvat vit gera við partabrøvini. Men hetta er ein íløga, eins og allar aðrar íløgur. Og hon verður standandi har, til hon verður realiserað, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantsflog.


Signalvirðið

Tá tað ofta verður tulkað sum ein styrki, eitt sterkt signal, at leiðslan ger íløgur í sína fyritøku, so spyrja vit stjóran í Atlantsflog, hvat signalvirði er tá leiðslan selir út av sínum partabrøvum í fyritøkuni:

- Ja, tað mugu onnur meta av. Men hetta er gjørt í fullum opinleika, og og sambært teimum reglum, sum eru galdandi í einum børsnoteraðum felagi, sigur Magni Arge.






TIL CITAT:


“Vit eru allir løntakarar, sum hava lænt pengar fyri at keypa partabrøv. Og umstøðurnar fyri at røkja hesi lán eru ikki eins lættar og tær vóru fyri 6-7 mánaðum síðani, tá vit keyptu.”


Magni Arge um, hví hann og restina av leiðsluni hava selt helvtina av sínum partabrøvum í Atlantsflog – til Atlantsflog.