Nevndin afturvald

Føroya Tannlæknafelag hevur havt aðalfund, har nevndin varð aftuvald

 

Aðalfundur


Føroya Tannlæknafelag hevði ársaðalfund fríggjakvøldið 28 september. Á fundinum varð nevndin afturvald.

Nevndarval er á hvørjum ári, og hesaferð var einki mótvalevni til teir tríggjar envndarlimirnar, sigur Tannlæknafelagið í tíðindaskrivi.

Á triðja ári er Kaj Atnhoniussen nú formaðuri í Føroya Tannlæknafelag saman við tveimum kvinnuligum nevndarlimum.

Unn Jacobsen er skrivari, meðan kassameistarin eitur Unnur Jensen.

Føroya Tannlæknafelag upplýsir í tíðindaskrivinum, at tað í dag eru 42 virkandi tannlæknar í Føroyum. Tað heldur felagið eftir øllum at døma vera nokk, tí viðmerkt verður, at øll øki í landinum tykjast vera væl fyri við tannlæknum.