Nevndarsessurin ávirkar ikki tíðindaflutningin

Stjórin í Útvarpi Føroya og nevndarlimurin í Føroya Banka, Jógvan Jespersen, vísir aftur, at nøkur tvístøða hevur stungið seg upp millum ÚF og Føroya Banka. - Hevði eg roynt at ávirka tíðindaflutningin hjá ÚF við mínum nevndarsessi, so hevði eg hvørki verið egnaður sum stjóri í ÚF ella nevndarlimur í Føroya Banka, sigur hann

Jógvan Jespersen vísir ákæranum aftur um, at hann við stjórasessinum í Útvarpinum og nevndarsessinum í Føroya Banka, skaðar trúðvirðið hjá Útvarp Føroya
_-Tað hevur leingi verið alment kent, at eg havi verið nevndarlimur í Føroya Banka. Eg kann kortini staðiliga vísa aftur, at tað nakrantíð hevur verið nakar trupulleiki fyri óhefta tíðindaflutningin hjá ÚF. Hevði eg roynt at ávirka tíðindaflutningin við mínum nevndarsessi, hevði eg hvørki verið egnaður sum stjóri í ÚF ella nevndarlimur í Føroya Banka, sigur Jógvan Jespersen.

Er tað kortini ikki nóg mikið, at fólk hugsa , at tú hevur tveir leiklutir?

Eg skilji væl, at onkur heldur, at hasi størvini ikki hóska saman. Eg kann kortini bara staðfesta, at tað ongantíð er komið upp á tal, at eg havi roynt at ávirka tíðindaflutningin, sigur ein avgjørdur Jógvan Jespersen.

10 ár
Jógvan Jespersen tók við nevndarsessinum í Føroya Banka í 1994. Hann er valdur sum umboð fyri tað almenna, og umboðar ikki partaeigararnar í Føroya Banka.
Stjórin í ÚF sigur, at hann hevur fleiri ferðir havt ætlanir um at siga nevndarsessin frá sær, men nú bíðar hann bert eftir, at hansara nevndarsessur fellur burtur.
- Tað er danska vinnumálaráðið, sum eftir tilmæli frá landsstýrinum hevur sett meg. Danska stjórnin hevur avtikið øll almenn umboð í nevndum, men lógarbroyting er ikki komin í gildið í Føroyum. Hesum bíði eg nú eftir, sigur Jógvan Jespersen.

Duld hjástørv.
Hann vísir á, at hansara nevndarsessur í Føroya Banka hevur altíð verið almennur.
-Ein stórur trupulleiki hjá fjølmiðlafólki í dag er, at tey hava duld hjástørv. Umframt at arbeiða fyri fjølmiðlarnar, arbeiða tey eisini fyri aðrar arbeiðsgevarar, og hetta er eitt stórur trupulleiki. Tá eg arbeiddi sum fjølmiðlamaður, hevði eg ikki onnur størv. Sum fjølmiðlamaður ert tú noyddur at seta markið sjálvur, hvat tú tekst við og ikki, sigur Jógvan Jespersen.

Uni inhabilitetur
Í viðtalu við Sosialin í gjár heldur fjølmiðlamaðurin, Uni Arge, at tað er ein trupulleiki, at tíðindaleiðarin á ÚF hevur verið limur í ávísum flokki. Jógvan Jespersen heldur tað er burturvið, at Johan Mortensen skal vrakast sum tíðindaleiðari, tí hann hevur verið limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
?Hvør kann verða fjølmiðlamaður um talvan skal vera rein fyri øllum virksemi, spyr Jógvan Jespersen.
Jógvan Jespersen heldur hinvegin, at tað er ein nógv størri trupulleiki, at programleiðarin í ÚF, Jógvan Arge, í fjør arbeiddi hálva tíð sum programleiðari og hálva tíð sum tingmaður.
-Sonur hansara Uni er djubt inhabilur, tá hann skal viðgera ÚF. Tann einasti veruligi trupulleikin við trúvirði og ógegni er, var støðan við programleiðaranum Jógvani Arge, sigur Jógvan Jespersen.
Hann greiðir frá, at hevði løgtingsval ikki komið í úrtíð, hevði ÚF sett nýggjan programleiðara fyri Jógvan Arge, ti tað ber snøgt sagt ikki til, at hann starvaðist sum løgtingsmaður og sum programleiðari.
Kortini blivu hesar ætlanir av ongum, tí Jógvan Arge varð ikki afturvaldur og tí helt hann á sum programleiðari í ÚF