Nevndarlimir afturvaldir

Avbjóðarar megnaðu ikki at koppa nevndarlimunum í Føroya Lærarafelag, sum stóðu fyri vali á aðalfundinum í gjár.

Jónleif Johannesen og Torfinn Højgaard, sum ávikavist hava verið næstformaður og vanligur nevndarlimur seinastu tvey árini, stóðu fyri vali og vórðu báðir afturvaldir.

Gitte Klein, lærari í Eysturskúlanum, og Jón Ingi Ejdesgaard, skúlastjóri í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, stillaðu eisini upp, men vórðu ikki vald. Tey eru nú ávikavist fyrsti og annar eykalimur í nevndini, skrivar Føroyara Lærarafelag á heimasíðuni.