Nevndarformaður og sjúkrahússtjóri

Johnny í Grótinum verður formaður í nevndini, sum skal gera uppskot til fiskivinnunýskipan, men hann heldur fram sum stjóri á Landssjúkrahúsinum

Tað verður fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, núverandi stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum fer at standa á odda fyri nevndini, sum skal gera eitt tilmæli til, hvussu fiskivinnan verður skipað eftir 1.januar 2018.

 

Hóast talan er um ein formanssess, sum verður krevjandi, so heldur formaðurin tó fram í starvinum, sum stjóri á Landssjúkrahúsinum. Har hevur hann verið stjóri í eitt knapt ár.

 

Sum ting.fo skilir tað, so verður ein formansskapur skipaður í nevndini, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoyddal, Tjóðveldi, almannakunnger í morgin á einum tíðindafundi.

 

ting.fo skilir, at Johnny í Grótinum verður formaður (sum in.fo skrivaði fyrr í dag) og Hans Ellefsen verður næstformaður.

 

Allir limirnir í nevndini verða kunngjørdir í morgin. Umframt sjálva nevndina verða eisini fylgibólkar settir - ein frá vinnuni og ein frá politisku skipanini.