Fyrst var fundur lýstur at vera klokkan 11. Men hann var stutt og skjótt niðurlagdur, meðan flokkarnar skuldu manna nevndirnar. So skuldi fundurin takast upp aftur klokkan 13. Men tá varð hann aftur útsettur til klokkan 14:30 – og nú er hann enn einaferð útsettur til klokkan 16.
Tað sum er á skránni er at velja tær sjey føstu nevndirnar. Semja er millum báðar valbólkarnar, andstøðu og samgongu, hvussu býtið skal vera. Samgonga fær fimm formanssessir, og andstøðan fær tveir. Sum skilst fær Javnaðarflokkurin forkvinnuna í sterkastu nevndini, fíggjarnevndini. Tað verður Eyðgunn Samuelsen, sum eisini verður forkvinna hjá Javnaðarflokkinum á tingi. Javnaðarflokkurin fær eisini formannin í uttanlandsnevndini, sum kann vera Bjarni Hammer.
Tjóðveldi fær leiðsluna í rættarnevndini, framsókn í mentanarnevndini, Sambandsflokkurin helst í vinnunevndini og Fólkaflokkurin í trivnaðarnevndini.
Stríðið, sum nú valdar, kann vera innanhýsis í flokkunum, har finnast skal út av, hvør skal í hvørja nevnd.
Ofta er tað ein tungur burður at manna nevndirnar, men hesaferð tykiskt tað at vera eyka avbjóðandi at leggja kabalina, so øll eru nøgd.











