Tað vakti stóran ans, tá ið fyrrverandi høgri bakkurin hjá Manchester United, Gary Neville, sera óvæntað bleiv valdur at standa á odda fyri spanska Valencia, ið má metast at vera eitt tað størsta spanska fótbóltsfelagið aftaná Barcelona og Real Madrid. Venjarastarvið hjá Valencia er fyrsta venjarastarvið nakrantíð hjá Neville, og higartil má bretin ásanna, at tað als ikki er lætt at standa á odda fyri einum fótbóltsliði.
Neville varð kunngjørdur sum venjari hin 2. desember í fjør.
Áðrenn Neville byrjaði sum venjari hjá Valencia var støðan tann, at Valencia var nummar átta í sponsku La Liga, og vóru tað fimm stig upp til eitt Champions League-pláss, ið má metast at vera málið hjá einum felagi sum Valencia. Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni, og í dag er Valencia nummar 14 í sponsku landskappingini. Bert fýra stig eru niður til niðurflytingarpláss.
Neville hevur staðið á odda fyri Valencia í níggju landskappingardystum. Av hesum dystum hevur Valencia ikki vunnið nakran. Fimm javnleikir eru komnir til høldar, meðan fýra dystir eru blivnir taptir. Vinnur Valencia ikki komandi landskappingardystin, so setur Neville nýtt met ímillum allar venjarar, sum hava verið venjarar hjá Valencia í søguni, tí at ongantíð áður hevur Valencia ikki vunnið í 10 landskappingardystum á rað.
Fyri rættvísis skuld skal tað tó nevnast, at tveir av javnleikunum hjá Neville eru komnir ímóti ávíkavist Real Madrid og Barcelona. Tað er nú ikki so galið.
Næsti dystur hjá Valencia verður spældur í morgin, tá ið júst Barcelona er mótstøðuliðið. Talan er um dyst í Copa del Rey. Útlitini hjá Valencia at koma víðari eru tó ikki tey allar bestu, tí at Barcelona vann fyrra dystin ímillum liðini, sum varð spældur á Camp Nou, heili 7-0.