Tað hevur ikki vignast heilt soleiðis, sum teir í Klaksvík høvdu vónað og kanska roknað við.
Dreingirnir á Fípuni Føgru, menninir á Páll Fanga og kvinnurnar umborð á Fípuni Føgru snoddaðu fyrr í kvøld til fremsta plássið, men tá ið alt kom til alt, so eydnaðist tað ikki at vinna.
Nú eydnaðist tað Nevinum Reyða í kappingini millum 8-mannaførini at draga eitt sett av gullkrónum í reiðrið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Sigurin var sannførandi. Nevið Reyða var fremst mest sum allan teinin. Knørrur hevði hug at bjóða av í endaspurtinum, men tá ið hann var hálva bátslongd aftanfyri og kanska reiðiliga tað, leyp Nevið Reyða avstað aftur, og á málinum var munurin frá Nevinum og aftur til Knørr meiri enn ein bátslongd.
Á norðoyastevnu var Gullbrandur úr Fuglafirði fremstur. Í kvøld vignaðist tað ikki so væl hjá Gullbrandi, sum var tvær bátslongdir aftanfyri Nevið Reyða og eina hálva bátslongd aftanfyri Knørr.
1.Nevið Reyða 4.36.06
2.Knørrur 4.40.18
3.Gullbrandur 4.41.22
4.Argjabáturin
5.Miðvingur