FM heitið í kappingini millum 8-mannaførini er á veg til Klaksvíkar.
Nevið Reyða er undan finaluni á ólavsøku fimm stig frammanfyri Gullbrand úr Fuglafirði.
Og eftir avrikið á fjarðastevnu í dag er tað lítið og eingin ivi um, at Nevið Reyða er stórfavorittur at vinna FM, og at Nevið Reyða er stórfavorittur at vinna á ólavsøku.
Nevið Reyða sprakk avstað. Tað var skjótt, at munurin aftur til Argjabátin, sum fyrstu løtuna royndi at bjóða av, var tað mesta av einari bátslongd, og so longdist tað bara støðugt frá Nevinum Reyða og aftur til hinar. Tá ið Nevið Reyða fór um málið vóru tað tvær bátslongdir ella meiri enn tað aftur til hinar.
Gullbrandur vann seg skjótt fram á næstfremsta plássið, og Gullbrandur helt tørn um silvurplássið, meðan Knørrur var eina bátslongd aftanfyri og á bronsuplássinum. Eftir fína startin datt Argjabáturin aftur á fjórða plássið.
1 Nevið Reyða 04.47.14
2 Gullbrandur 04.52.23
3 Knørrur 04.55.11
4 Argjabáturin 04.58.02
Støðan
1 Nevið Reyða 40
2 Gullbrandur 35
3 Knørrur 31
4 Argjabáturin 25