Neurologur setast á Landssjúkrahúsinum

Tann 1. juli næsta ár verður neurologur settur á Landssjúkrahúsinum. Á fíggjarlógini eru játtaðar 875.000 krónur til endamálið. Játtanin verður tikin av játtanii til serviðgerðir uttanlands.

Í álitinum frá fíggjarnevndini hjá løgtinginum verður sagt, at játtanin til Landssjúkrahúsið verður økt í sambandi við, at fluttar verða 875.000 krónur frá Serviðgerð uttanlands, fyri at seta í starv ein neurolog á Landssjúkrahúsinum frá 1. juli 2011. Til fult virksemi í 2012 eiga 1,75 milliónir krónur at verða settar til endamálið.

- Hetta verður gjørt fyri at betra um neurologitænastuna soleiðis, at bíðitíðin kann minka og fyri at minka um útreiðslurnar í sambandi við, at sjúklingar annars verða sendir til Danmarkar til neurolog í sjúkuørindum. Talan er um millum annað nýggj viðgerðartilboð innan neurologiøkið, ið nú fara at verða latin í Føroyum sum eitt varandi tilboð, sigur fíggjarnevndini, sum altso fekk peningin játtaðan við triðju viðgerð á tingið mikukvøldið.

Ætlanin er at víðka um tilboðið við kemoterapeutiskari viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Talan er um viðgerð við serstøkum sjúkrahúsheilivági soleiðis, at nýtslan á tí kontuni eisini hækkar. Harumframt verður eisini roknað við, at heimtøkan kemur at menna fakliga onkologiska førleikan á Landssjúkrahúsinum munandi.

Í dag fáa sjúklingar kemoterapi í Danmark og fara síðani beina leið aftur til Føroya. Umhjáárin eru, verða hesi, sum nú er, viðgjørd á Landssjúkrahúsinum. Tískil er undirvísing farin fram innan hjáárin, og hvussu ein skal handfara komplikasjónir við viðgerðini.

Metingarnar vísa, at tað er minni kostnaðarmikið at viðgera hesar sjúklingar í Føroyum enn at senda sjúklingarnar til Danmarkar í viðgerð. Umframt er tað er ein fyrimunur fyri sjúklingin at fáa viðgerðina í Føroyum.